Ovaragøta 30B
188 Hoyvík
Tel. 30 22 20
Dagstovnaleiðari Elisabeth við Reiðlið
Tel. 22 45 94
elisabethv@torshavn.fo
Ovaragøta 30B
188 Hoyvík
Tel. 30 22 20
Dagstovnaleiðari Elisabeth við Reiðlið
Tel. 22 45 94
elisabethv@torshavn.fo
Í Býlingshúsinum Inni á Gøtu leggja vit okkum eftir, at børnini kenna seg heima og hava ein virknan leiklut í felagsskapinum. Vit raðfesta barnið fremst, og vit eru altíð til reiðar at hjálpa. Vit leggja stóran dent á menningina hjá hvørjum einstaka barni og geva børnunum allan tann nærleika og ta umsorgan, teimum tørvar.
Mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Elisabeth á tel. 22 45 94 ella send ein teldupost til elisabethv@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Stovnurin bjóðar millummála, og vit leggja dent á, at maturin er sunnur og fjølbroyttur.
Matur við sukri í er ikki gerandiskostur, men halgidagar og føðingardagar fáa børnini viðhvørt søtmeti ella køku. Børnini eru vælkomin at bjóða ís ella køku, tá tey hava føðingardag eftir avtalu við starvsfólkini á stovuni.
Børnini fáa vatn afturvið matpakkanum og mjólk afturvið millummálanum.
Vøggustovubørnini fáa frukt fyrrapartar.
Hevur títt barn ovurviðkvæmi fyri onkrum mati og krevur serligt atlit, mást tú boða okkum frá hesum, so vit kunnu hava atlit at hesum.
Tá barn tykkara hevur fingið pláss í Býlingshúsinum Inni á Gøtu, fær tað bræv, har vit ynskja tí vælkomið á stovuna, tað skal ganga á. Tit eru vælkomin at koma at heilsa upp á okkum, áðrenn barnið byrjar, men venjingin at ganga á dagstovni byrjar tann dagin, barnið byrjar.
Ætla tit at vitja, kunnu tit ringja á tel. 59 55 33 fyri at gera eina avtalu við leiðaran.
Vøggustovubørn
Vit leggja stóran dent á, at barnið fær eina so góða byrjan í vøggustovuni, sum gjørligt. Tí hava vit eina innkoyring á 14 dagar, har barnið kann venja seg við vøggustovuna og fáa álit á starvsfólkið og hini børnini. Foreldrini skulu rokna við at vera saman við barninum ella vera til taks hjá tí hesar 14 dagarnar.
Barnagarðsbørn
Børn, sum byrja í barnagarði, hava eins og vøggustovubørnini brúk fyri tíð til at venja seg við nýggju umstøðurnar. Hvussu langa tíð tað hevur brúk fyri, veldst um barnið; um tað til dømis hevur gingið á stovni fyrr og hvørjum, tað annars hevur tørv á. Hetta meta vit um saman við foreldrunum.
Verður barnið flutt úr vøggustovu í barnagarð inni á stovninum, tekur starvsfólkið sær av at venja barnið við at skifta stovu.
Til tey seks ára gomlu børnini hava vit ein skúlabólk við serligum virksemi, ið gevur børnunum avbjóðingar og upplivingar, ið samsvara við teirra aldur. Hetta virksemi styrkir teirra hug at læra og lærir tey at gerast sjálvstøðug við felags skapandi uppgávum, túrum til fyritøkur, skattaleiting, bovling, felags matgerð, uppgávum og øðrum.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera. Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum. Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Býlingshúsið hjá okkum liggur í Hoyvík og hevur góðar umstøður bæði innandura og uttandura. Vit hava ein stóran garð við alskyns møguleikum og einum stórum spennandi heygi. Heygurin hevur steinar við klintribandi, ein spælibát og ein veg, sum er góður at súkkla á. Í garðinum hava vit eisini reiggjur til bæði størri og smærri børn, spælihús og stóran sandkassa. Miðskeiðis í garðinum hava vit ein stóran skúr, har vit goyma súkklur, mánabilar, útgerð til sandkassa og annað, sum børnini altíð hava atgongd til.
Innandura eru stórar barnagarðs- og vøggustovur, umframt tvær eyka spælistovur. Á stovunum hava vit klintriband, ringar, klintrivegg, rimar og reiggjur. Og so hava vit sjálvandi eisini eina rúgvu av leikum og borðspølum.
MÓTTØKA
Um morgunin millum kl. 7.30 og 8.15 taka vit ímóti børnum frá øllum stovum í Stórutjørn. Tað styrkir sosiala felagsskapin og gevur børnum og vaksnum møguleika fyri at hittast uttan fyri tey mørk, sum býtið millum stovurnar setir. Barnið skal vera á stovninum í seinasta lagi kl. 9.30.
Kemur barnið eftir kl. 9.30, skulu foreldrini ringja ella senda stovuni SMS-boð, so vit kunnu leggja dagsins virksemi til rættis eftir talinum á børnum. Eru børnini farin á túr, kunnu onnur børn bert leggjast aftur at bólkinum, um foreldrini hava avtalað tað við starvsfólkið, áðrenn túrurin byrjar.
NÁMSFRØÐILIGA ARBEIÐIÐ
Í dagliga arbeiðinum eru lyklaorðini umsorgan, nærvera, samvera, spæl og gleði. Vit leggja okkum eftir, at børnini skulu kenna seg heima og hava ein virknan leiklut í felagsskapinum. Tað gera vit millum annað við, at lata børnini sleppa upp í part og stuðla teimum at taka ábyrgd, til dømis, tá vit gera millummála og seta á borðið.
Vit lata børnini orða seg um tað, tey vilja, og vit læra tey at lurta eftir øðrum. Vit hjálpa teimum at samskifta, taka fyrilit, skilja onnur og at loysa tílíkt, sum elvir til klandur.
ÍTRIV
Í Býlingshúsinum Inni á Gøtu meta vit spælið vera tað, sum barnið lærir mest av. Við at innrætta húsið til at hava fleiri ymiskar spælimøguleikar, til dømis dukkukrók, klatrivegg, ílatingarkrók, pláss til byggileikur, bilkrók og lesikrók, stuðla vit børnunum í at síggja møguleikar og avbjóðingar í leiki og spæli.
Verkstaður okkara gevur børnunum umstøður til skapandi virksemi við máling, lími, saksi, perlum og tílíkum.
Vit leggja dent á, at børnini fara á túrar og fáa upplivingar uttan fyri húsið. Aftur at útferðum í náttúruni fara vit á konsertir hjá Symfoniorkestrinum, til ítróttardagar og SSP, á søvn og á aðrar stovnar.
TILTØK
Vit hava fleiri afturvendandi tiltøk, til dømis føstulávint, ommu- og abbadag, summarveitslu, foreldrakaffi, jólaveitslu og kirkjugongd í desember mánaði.
FORELDRASAMSTARV
Í Býlingshúsinum Inni á Gøtu leggja vit dent á hava gott samband, bæði millum børn og foreldur og millum starvsfólkini á stovninum. Góða sambandið er grundleggjandi fyri alt annað námsfrøðiligt arbeiði og er fortreytin fyri, at fólk trívast og mennast.
Vit ynskja, at viðurskiftini millum børn, foreldur og okkum eru jalig, og at vit síggja lyndið og tørvin hjá einstaka barninum. Vit geva okkum altíð stundir at tosa við foreldrini, tá tey koma og fara við børnunum. Somuleiðis ber tað altíð til at biðja um foreldraviðtalu, um tit hava tørv á tí.
Eina ferð um árið er foreldrasamrøða, har vit tosa um, hvussu barnið trívist og mennist og um møguligar avbjóðingar. Hetta samskiftið millum foreldrini og starvsfólkini hevur sum endamál at tryggja trivnaði, menning og góðum samstarv um hvørt einstaka barnið.
Vit skipa eisini fyri felags foreldrafundi eina ferð um árið.
Á stovninum starvast 18 starvsfólk, sum eru námsfrøðingar og hjálparfólk.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Við inngongdina til hvørja stovu er ein talva, sum vit skriva boð til foreldrini á. Foreldrini hava ábyrgd at fylgja við boðunum á talvuni.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Býlingshúsinum Inni á Gøtu hevur pláss fyri umleið 23 vøggustovubørnum og 44 barnagarðsbørnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: