Válagøta 7
270 Nólsoy
Tel. 28 86 06
Dagstovnaleiðari Maud Wang Hansen
Tel. 28 86 06
maudwh@torshavn.fo
Válagøta 7
270 Nólsoy
Tel. 28 86 06
Dagstovnaleiðari Maud Wang Hansen
Tel. 28 86 06
maudwh@torshavn.fo
Látrið er ein nýmótans dagstovnur í Nólsoy. Her er vítt til veggja og høgt til loftið bæði inni og úti. Í garðinum er náttúru- og vakstrarøki og spælipláss. Vit liggja mitt í náttúruperluni Nólsoy og brúka bygdina og oynna sum spæli- og upplivingarpláss. Látrið og Nólsoyar skúli samstarva um forskúlan.
Mánadag til fríggjadag kl. 7-17.
Maud Wang Hansen
Tel. 28 86 06
maudwh@torshavn.fo
Tel. 25 49 10
Tel. 25 02 66
Tel. 27 49 10
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til dagstovnaleiðara Maud Wang Hansen á telefon 28 86 06 ella skriva til maudwh@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Undantiknir eru teir dagar, tá vit hava kalt borð ella døgurða – teir dagarnar fáa foreldur boð í góðari tíð. Børnini fáa mjólk afturvið matpakkanum.
Børnini fáa millummála hvønn dag. Vit royna at hava ein fjølbroyttan millummála, ið verður broyttur eftir árstíðunum og eftir ynskjum frá børnunum. Millummálalistin hongur í gongini í Reiðrinum og á svørtu talvuni í Bólinum.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera.
Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum. Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Stovnurin er býttur í tríggjar bygningar, sum hanga saman. Í sunnara bygninginum er vøggustovan Reiðrið. Í eystara bygninginum er barnagarðurin Bergið, og í vestara bygningi halda frítíðarskúlin og barna- og ungdómshúsið til, har vit millum annað hava eitt væl útgjørt tónleikarúm.
Bergið er bygningurin, ið bindur Reiðrið og Bólið saman. Í Berginum er barnagarðsstova, rørslurúm, verkstaður og starvsfólkaøki.
Á stovninum skal vera pláss fyri smáum og stórum, tað vil siga børnum, ungum, foreldrum og starvsfólkum. Vit arbeiða við nærleika og tryggleika í nærumhvørvinum við at skapa ein gerandisdag, har børn, ung og starvsfólk trívast, mennast og finna avbjóðingar. Vit arbeiða tvørtur um aldurin á børnunum. Vit taka støði í hvørjum einstøkum barni og ungum við tí í huga, at vit øll eru serstøk og hava ymiskan tørv á at mennast sálarliga og likamliga.
Vit arbeiða miðvíst fyri, at stovnurin skal gerast so grønur sum møguligt, millum annað við at gera børnini og tey ungu tilvitað um plastnýtslu og tílíkt. Vit nýta nærum einki plast; heldur endurnýta vit og brúka tilfeingi úr náttúruni.
Vit leggja dent á tað fría spælið hjá børnunum, tí soleiðis mennir barnið millum annað hugflogið og sosialu spælireglurnar.
Í námsætlan okkara arbeiða vit við barnarættindum, fólkaræði og javnstøðu í huga. Vit leggja millum annað dent á:
Vit leggja dent á ríku tónleikamentanina í Nólsoy. Vit hava eitt væl útgjørt tónleikarúm við ymiskum ljóðførum, har børn og ung kunnu venja ymisk ljóðføri hvør sær ella saman. Tey framføra bæði sum einstaklingar og í tónleikabólkinum hjá Látrinum, "Bólaband".
Vit arbeiða við søgu og mentan bæði afturlítandi og við staðbundnu søguni í nútíðarsamfelagnum. Á heysti 2019 og fram til várið 2020 gjørdu vit til dømis filmin Nólsoy, sæð gjøgnum barnsins eyga.
Vit leggja dent á, at børnini og tey ungu læra at hagreiða ymiskt úr náttúruni.
Tað er sera týdningarmikið, at vit hava eitt gott og virðiligt foreldrasamstarv, soleiðis at barnið trívist á stovninum. Vit geva okkum tíð at steðga á, tá barnið kemur, og siga góðan morgun og farvæl, tá foreldrini koma eftir barninum, soleiðis at tit foreldur merkja, at her er trygt og gott hjá barninum at vera. Eisini er sera umráðandi fyri tryggleikan hjá barninum, at foreldrini siga barninum farvæl.
Tí okkara børn ofta hava langar dagar orsakað av ferðaætlanini hjá SSL, eru vit opin fyri, at børnini koma, eftir at vit eru farin í holt við dagliga virksemið kl. 9.30. Eru vit ikki á stovninum, vilja vit hava, at foreldur ringja og avtala, hvagar tey kunnu koma við barninum.
Vit hava ein árligan felags foreldrafund. Eisini hava vit eina foreldraviðtalu um árið. Um tørvur er á tí, eru vit kortini altíð til reiðar at tosa við tykkum, um tit ella vit hava okkurt upp á hjarta.
Tað kemur fyri, at barninum tørvar eyka stimbran ella viðgerð, og tá er umráðandi, at vit tosa opið saman um hetta, fyri at tørvurin hjá barninum verður nøktaður. Soleiðis fær barnið bestu fortreytir at mennast. Stovnurin hevur í samráð við foreldrini møguleikar at leita sær serkøna hjálp og ráðgeving frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu, umframt frá Sernámi.
Í Berginum er okkara verkstaðsøki, har til ber at fáast bæði við fínt og grovari arbeiði. Vit leggja dent á endurnýtslu og ymiskt tilfar úr náttúruni, og vit brúka sum minst av formum. Vit leggja dent á, at børnini læra at brúka ymisk amboð og gott handverk. Hetta fyri at børnini læra at hugsavna seg um tað, tey gera. Tað ein góður førningur at hava við sær í lívinum.
Vit arbeiða tvørtur um aldursbólkar í verkstaðnum í Berginum. Vilja stovurnar arbeiða hvør sær við ymiskum ítrivi, taka tær tilfarið inn á stovurnar.
Siðvand tiltøk eru jólahald, føstulávint og summarveitsla. Tað hevur stóran týdning, at vit hava afturvendandi tiltøk, ið vit kenna aftur og sum vit kunnu gleða okkum til.
Eisini skipa vit saman við Nólsoyar skúla fyri SSP, ið stendur fyri Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi. Hetta eru tiltøk fyri børn, ung og foreldur. Vit hava til dømis havt drekadag og lummalyktatúrar.
Um heystið fletta vit. Tá hagreiða vit alt av seyðinum. Vit gera rullu-og blóðpylsu, heingja kjøt til ræsingar og rota skinnið fyri at tøva ullina. Tálgina nýta vit til knettir, sápu og ljós. Hornini framleiða vit til ymiskar prýðislutir.
Um várið velta vit ymiskt grønmeti, sum vit eta til millummála um heystið.
Vit starvast tríggir námsfrøðingar og fýra hjálparfólk í Barna- og ungdómshúsinum.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Vit leggja dent á at tosa og síggja foreldrini hjá børnunum í Reiðrinum dagliga. Boðtalva og dagbók eru í gongini inni í Reiðrinum og í vognrúminum.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Látrið er normerað til 42 børn. Av tí, at tað ikki vóru so nógv yngri børn í Nólsoy, bleiv stovnurin 1. september 2009 broyttur frá dagstovni til barna- og ungdómshús við virksemi fyri børn og ung millum 0-18 ár. Í løtuni nýta umleið 30 børn og ung húsið dagliga.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her:
Barna- og ungdómshúsið Látrið hevur framleitt ein film saman við Nólsoyar skúla og við stuðli frá Mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu, Mentamálaráðnum og Visit Faroe Islands.