Skriva upp til dagstovnapláss

Ynskir tú, at títt barn skal ganga á dagstovni, mást tú sjálv syrgja fyri at skriva barnið á bíðilista til dagstovn. Tú kanst skriva barnið upp í talgildu plássskipanini.

 Skriva upp til dagstovnapláss

Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Vit mæla staðiliga til at lesa vegleiðingina niðanfyri, áðrenn tú ritar inn í skipanina. Tá tú hevur ritað inn í skipanina, er tað somuleiðis umráðandi, at tú lesur vegleiðingartekstin væl og virðiliga, áðrenn tú skrivar barnið á bíðilista ella sigur eitt pláss frá tær. 

Kommunan fær ikki ógildað gerðir, sum borgarar hava framt í talgildu skipanini. Kemur tú av misgáum til at góðkenna eitt pláss ella eina uppsøgn, er tað sostatt bara tú sjálv, sum fært rættað villuna við at royna av nýggjum.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis virkar plássskipanin
Nær kann eg skriva barnið upp á bíðilista?

Tú kanst skriva barnið upp til dagstovnapláss, tá barnið er borið í heim, og avvarðandi prestur hevur skrásett barnið og knýtt tað at foreldrunum í Fólkayvirlitinum. Tað kann taka umleið 3-7 dagar, áðrenn skrásetingin er komin uppá pláss í Fólkayvirlitinum.

Manglar títt barn eitt føroyskt p-tal, tí tað er føtt uttan fyri Føroyar, kann tað í staðin fáa eitt sonevnt TK-tal frá Tórshavnar kommunu. TK-talið kann brúkast í staðin fyri p-talið, til barnið er skrásett í føroyska fólkayvirlitinum. Á síðu okkara um TK-tal kanst tú lesa um, hvussu tú útvegar barni tínum eitt TK-tal.

Treytin fyri at søkja um TK-tal til barnið er, at annað foreldrið við foreldramyndugleikanum hevur føroyskt p-tal. Hevur hvørgin av tykkum føroyskt p-tal, kann barnið í fyrsta lagi skrivast upp á bíðilista eftir flyting til Tórshavnar kommunu. Á síðu okkara um flyting kanst tú lesa meira um, hvussu tú boðar frá flyting, og hvønn tú kanst venda tær til.

Søk um TK-tal

Flyting

Samleikin og MínBoks

Fyri at nýta plássskipanina mást tú rita inn við Samleikanum, sum er ein trygg innritingarskipan. Hevur tú ikki longu fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Plássskipanin er somuleiðis knýtt at postskipanini MínBoks, ið sendir tær kvittanir og boð um tøk pláss, tá tú skrivar títt barn upp á bíðilista. Tá tú fært tær Samleikan, fært tú samstundis atgongd til tína MínBoks á Vanganum.

Gev gætur: Tá tú fært eitt tilboð um stovnspláss frá plássskipanini, enda boðini í tínari MínBoks. Hesi boðini mugu svarast innan fáar dagar. Vilt tú hava eina teldupostáminning, hvørja ferð tú hevur móttikið boð frá til dømis Tórshavnar kommunu í MínBoks, mást tú sjálv minnast til at tendra hendan hentleikan í MínBoks. Í MínBoks-uppsetingini skal flugubein setast við »Ja, send boð um nýggjan post til mín teldupost«.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Vangin (vangin.fo)

Hvussu skrivi eg barnið á bíðilista til dagstovn?

Soleiðis skrivar tú barnið upp á bíðilistar:

  • Minst til at fáa tær Samleikan, so tú fært ritað inn
  • Trýst á grøna knøttin »skriva upp til dagstovnapláss« ovast á hesari síðuni
  • Rita inn við Samleikanum
  • Les vælkomutekstin og trýst á »Víðari«
  • Les vegleiðingina á framsíðuni, har greitt verður frá, hvussu skipanin virkar, og hvussu tilboð um pláss verða lutað út
  • Trýst á navnið á barninum, tú ynskir at skriva á bíðilista, ovast á síðuni
  • Tú verður nú beind til síðuna hjá barninum, har tú sært upplýsingar um barnið. Trýst nú á »Sjálvgreiðsla« í breddanum í erva
  • Trýst á knøttin »Skráset á bíðilista«
  • Vel ynskta byrjanardagin við at trýsta á kalendaraknøttin høgrumegin. Tú kanst bert velja 1. ella 16. í hvørjum mánaði
  • Ein listi kemur nú fram høgrumegin. Vel tann stovn á listanum, tú ynskir at skriva barnið upp til. Tá ið tú hevur trýst á stovnin, er barnið skrivað upp á bíðilistan
  • Hetta stigið kanst tú endurtaka, til barnið er skrivað á bíðilista til fýra stovnar
  • Ynskir tú at strika barnið av einum bíðilista, trýstir tú á ruskspannina (strika) út fýri dagstovnin á raðfestingarlistanum
  • Gev gætur! Strikar tú barnið av einum bíðilista, missir tú títt raðnummar og endar aftast á bíðilistanum, um tú skrivar barnið á bíðilista til sama stovn aftur
  • Tú kanst broyta raðfestingina av stovnum við at nýta upp og niður pílarnar høgrumegin. Hetta ávirkar ikki títt raðnummar á einstaka bíðilistanum, einans tína egnu raðfesting av hvørjum stovni

Vit senda eina kvittan fyri uppskrivingina til tína MínBoks.

Hvussu síggi eg, hvar dagstovnarnir eru?

Tú kanst nýta kortið niðanfyri til at kanna, hvar dagstovnarnir eru. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin á kortinum fyri at síggja, hvørjir dagstovnar eru næstir tínum bústaði.

Trýstir tú á ein dagstovn á kortinum, finnur tú leinki til heimasíðuna hjá stovninum, so tú kanst kunna teg nærri um, hvat stovnurin hevur at bjóða tínum barni.

Nær fái eg boð um pláss?

Børn verða tikin inn á stovn fýra ferðir um árið:

  • 1. februar
  • 1. mai
  • 1. september
  • 1. november

Plássskipanin eftirkannar alla tíðina, um pláss eru tøk til næstu upptøkudagfesting, og hvør eigur tørn sambært upptøkureglunum. Miðað verður eftir, at plássini til mai verða býtt út í februar, plássini til september verða býtt út í juni og so framvegis. Tað vil siga, at boð um pláss verða send út 2-3 mánaðir áðrenn, barnið byrjar á stovninum.

Hevur tú skrivað barnið upp til 1. september, men einki boð fingið, er tað tí, at einki pláss var tøkt til 1. september, og tað merkir, at byrjanin hjá barninum í staðin verður flutt til 1. november og so framvegis.

Kann umsitingin siga mær, nær eg kann vænta at fáa pláss?

Nei, umsitingin kann ikki siga, nær tú kanst vænta tær pláss. Men hevur tú skrivað barnið upp stutt eftir føðing, og hevur tú raðfest ein stovn, har eitt systkin er frammanundan, umframt 3 aðrar stovnar, eru útlitini best fyri at barn títt fær pláss innan alt ov langa tíð.

Eftir hvørjum leisti verða plássini býtt?

Tøk dagstovnapláss verða boðin til tann, sum hevur ynskt pláss til viðkomandi dagfesting ella áðrenn, og sum hevur rætta aldurin eftir fylgjandi fortreytum:

  1. Børn, sum hava bíðað á bíðilistanum longst, og sum hava systkin á viðkomandi stovni
  2. Børn, sum hava bíðað á bíðilistanum longst, og sum hava bókað pláss á viðkomandi stovni longri frammi við gomlu bókingarskipanini (BARN)
  3. Børn, sum hava bíðað á bíðilistanum longst, og sum einki dagstovnapláss hava
  4. Børn, sum hava bíðað á bíðilistanum longst, men sum longu hava annað dagstovnapláss

»Rætti aldurin« merkir, at skipanin tekur hædd fyri, at tað skal ikki bara vera pláss í einari vøggustovu á viðkomandi dagstovni, men tað skal eisini vera pláss í eini barnagarðsstovu, tá barnið fyllir 3 ár og til barnið fer í skúla.

Tískil er nummarið á bíðilistanum bert vegleiðandi. Er títt barn nummar 10 á bíðilistanum til ein ávísan stovn, so merkir tað sostatt ikki, at tú kanst vera vís í, at títt barn sleppur inn á stovnin, tá tey 9 frammanfyri á listanum hava fingið pláss. Tí aldurin á barninum má passa til tøka plássið, og tí kunnu børn koma framum, sum eru longri afturi á listanum.

Gev eisini gætur, at upptøkureglurnar eru soleiðis háttaðar, at børn uttan pláss verða tikin framum børn við dagstovnaplássi. Hetta merkir, at tekur tú av einum plássi í Hoyvík og letur barnið standa á bíðilistanum til eitt pláss á Argjum, so eru sannlíkindini fyri at fáa eitt pláss á Argjum ikki so góð, tí um børn uttan pláss standa á bíðilistanum til sama stovn, verða tey raðfest fram um títt bar, sum longu er á stovni. Títt barn kemur tó framum onnur børn, um tað hevur systkin á stovninum. Vit taka somuleiðis hædd fyri, um tú ert ein av teimum, sum í gomlu BARN skipanini sjálv hevur bókað tínum barni eitt fyribilspláss frammi í tíð og sett barnið á bíðilista til annað pláss.

Børn við serligum tørvi fáa ikki boðið pláss eftir bíðilistanum, men eftir umsókn og viðgerð hjá Barna- og ungdómsdeildini. Les meira á síðu okkara um børn við serligum avbjóðingum.

Børn við serligum avbjóðingum

Framíhjárættur á bíðilistanum

SYSTKINAFYRIMUNUR Á YNSKILISTANUM

Systkin hjá børnum, sum longu ganga á einum dagstovni, hava framíhjárætt á bíðilistanum til sama stovn í mun til onnur børn á bíðilistanum. Hetta er tó bert galdandi, um plássið hóskar til barnið samsvarandi við, hvussu leingi plássið er tøkt, og hvønn aldur barnið hevur.

BØRN VIÐ PLÁSSI Á STOVNINUM FRAMMI Í TÍÐ

Børn, sum hava bókað pláss á viðkomandi stovni longri frammi í tíð við gomlu bókingarskipanini, fáa framíhjárætt, um eitt pláss verður tøkt fyrr enn upprunaliga bókaða tíðspunktið. Hetta er tó bert galdandi, um plássið hóskar til barnið samsvarandi við, hvussu leingi plássið er tøkt, og hvønn aldur, barnið hevur.

BØRN, SUM EINKI DAGSTOVNAPLÁSS HAVA

Børn, sum einki dagstovnapláss hava, verða tikin fram um tey, ið longu hava eitt dagstovnapláss og ynskja at skifta stovn.

FRAMÍHJÁRÆTTUR Í SERLIGUM FØRUM

Í heilt serligum førum kunnu børn fáa framíhjárætt á bíðilistanum. Ein tílíkur framíhjárættur kann til dømis gerast galdandi, tá talan er um serligan tørv, ein dagstovnur letur aftur ella tá ið talan er um heilt serlig viðurskifti í familjuni. Børn við bráðfeingistørvi ella serligum tørvi kunnu fáa dagstovnapláss, um Barna- og Ungdómsdeildin metir, at hetta er neyðugt.

Hvat hendir, um eg taki av einum tilboði um pláss?

Vit senda tilboð um stovnspláss til MínBoks hjá foreldrunum. Tú hevur tá fimm dagar at umráða teg í.

Tekur tú av einum plássi á bíðilista, sum tú hevur raðfest sum nr. 1, verður barnið strikað av øllum bíðilistum til dagstovn. Tekur tú av einum plássi á bíðilista, sum varð raðfestur sum nr. 2, 3 ella 4, verður barnið strikað av øllum bíðilistum fyriuttan bíðilistanum, sum varð raðfestur sum nr. 1.

Gev gætur, at upptøkureglurnar eru soleiðis, at børn uttan pláss verða tikin framum børn við dagstovnaplássi. Avleiðingin av hesum er, at um tú tekur av einum plássi í Hoyvík og letur barnið standa á bíðilistanum til eitt pláss á Argjum, so eru sannlíkindini fyri at fáa eitt pláss á Argjum ikki so góð, tí um børn uttan stovnspláss standa á bíðilistanum til sama stovn, koma tey fram um títt barn. Hevur títt barn systkin á stovninum, kemur títt barn tó framum tey, sum ikki hava pláss.

Hvat hendir, um eg ikki taki av einum tilboði um pláss?

Vit senda tilboð um stovnspláss til MínBoks hjá foreldrunum. Tú hevur tá fimm dagar at umráða teg í.

Svarar tú ikki, ella takkar tú nei til eitt pláss á bíðilistanum, sum varð raðfest sum nr. 1, verður barnið strikað av tí bíðilistanum og raðfesting nr. 2 verður til raðfesting nr. 1, raðfesting nr. 3 verður til raðfesting nr. 2 og so framvegis. Svarar tú ikki, ella takkar tú nei til eitt pláss á bíðilista, sum varð raðfest sum nr. 2, 3 ella 4, verður barnið strikað av øllum teimum bíðilistunum og einans raðfesting nr. 1 verður varðveitt.

Hvat kann eg gera, um eg ikki fái pláss, tá eg ynski tað?

Ert tú í tí støðu aftaná barnsburðarfarloyvi, at tú ikki fært dagstovnapláss til títt barn, og fært tú í tí sambandi fíggjarligar trupulleikar av ikki at sleppa til arbeiðis, kanst tú venda tær til Almannaverkið fyri at kanna, um tú hevur møguleika fyri at fáa fyribils uppihaldshjálp.

Almannaverkið krevur í hesum sambandi váttan frá kommununi um, at tað ikki ber til at útvega tínum barni dagstovnapláss til ynsktu tíð.

Les meira á síðu okkara um váttan fyri vantandi barnaansing.

Søk um váttan fyri vantandi barnaansing

Hvussu skal eg bera meg at, um mítt barn hevur serligar avbjóðingar?

Hevur títt barn tørv á eyka stimbran, ella hevur tað aðrar avbjóðingar í styttri ella longri tíð, ber til at fyriskipa serstøk námsfrøðilig tiltøk á stovninum, sum taka hædd fyri tørvinum hjá tínum barni.

Kunna teg nærri á síðu okkara um børn við serligum avbjóðingum.

Øll børn, eisini børn við serligum tørvi, eru fevnd av dagstovnatilboðunum hjá Tórshavnar kommunu. Tú skalt tískil bóka tínum barni eitt dagstovnapláss eftir vanligum leisti, hóast barnið hevur serligar avbjóðingar.

Ivast tú í, hvat er best fyri títt barn, kanst tú leita tær ráð frá tínum heilsufrøðingi. Ivast tú í, hvør tín heilsufrøðingur er, kanst tú venda tær til Gigni, sum er stovnurin fyri føroysku heilsufrøðingarnar.

GIGNI

Niels Finsens gøta 37
110 Tórshavn

Tel. 61 40 00
gigni@gigni.fo

gigni.fo

Børn við serligum avbjóðingum

Eg havi trupult við at nýta talgildar skipanir

Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis at bíleggja sær Samleikan. Tú kanst bíleggja tær Samleikan við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu plássskipanina ella MínBoks og Samleikan, kanst tú prenta og fylla út umsóknarskjalið niðanfyri. Umsóknarblaðið fæst eisini í Snarskivuni. Tá tú hevur fylt skjalið út, letur tú tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Umsókn um pláss á dagstovni

Ofta settir spurningar
Kann eg velja frítt millum dagstovnarnar í skipanini?

Ja. Við talgildu plássskipanini er kommunan farin burtur frá føstu dagstovnaøkjunum. Tað vil siga, at tú kanst skriva barnið upp til júst tann stovnin í kommununi, tú ynskir.

Finnur tú einki tøkt pláss á tí stovninum, tú ynskir, kanst tú skráseta teg á ynskilistanum í talgildu skipanini. Kunna teg nærri um ynskilistan omanfyri.

Varðveiti eg mítt pláss á ynskilista, nú talgilda skipanin er skift?

Ja. Hevur tú sett barnið á ynskilista til ein dagstovn í gomlu skipanini (BARN), varðveitir tú hetta plássið sum fremstu raðfesting á nýggja bíðilistanum.

Eg havi bókað pláss frammi í tíð. Missi eg hetta plássið, tá skipanin verður skift?

Nei. Allar bókingar, sum eru gjørdar í gomlu skipanini (BARN), eru framvegis galdandi. Hevur barn títt til dømis eitt pláss á einum stovni frá 1. august 2025, eiga tit framvegis hetta plássið.

Eri eg tryggjað eitt dagstovnapláss til mítt barn?

Kommunan miðar eftir at tryggja øllum børnum dagstovnapláss til tíðina, og vit tillaga støðugt plásskapasitetin.

Besta trygdin fyri at tryggja tínum barni pláss er at skriva barnið á bíðilista í góðari tíð.
Hvussu tú skalt gera, sært tú omanfyri undir punktunum »Hvussu skrivi eg barnið á bíðilista til dagstovn«.

Kann eg fáa eitt annað pláss enn tað, sum eg longu havi sagt ja til?

Ja. Hevur tú eitt pláss á dagstovni nú ella í framtíðini, ber til at seta barnið á bíðilista til annan stovn.

Gev gætur, at upptøkureglurnar eru soleiðis, at børn uttan pláss verða tikin framum børn við dagstovnaplássi. Avleiðingin av hesum er, at um tú tekur av einum plássi í til dømis Hoyvík og letur barnið standa á bíðilistanum til eitt pláss á Argjum, so eru sannlíkindini fyri at fáa eitt pláss á Argjum ikki so góð, tí um børn uttan pláss eru á bíðilistanum til sama stovn, koma tey fram um títt barn. Hevur títt barn systkin á stovninum, kemur títt barn tó framum.

Skriva upp til dagstovnapláss

Kann umsitingin siga mær, nær eg kann vænta at fáa pláss?

Nei, umsitingin kann ikki siga, nær tú kanst vænta tær pláss. Men hevur tú skrivað barnið upp stutt eftir føðing, og hevur tú raðfest ein stovn, har eitt systkin er frammanundan, umframt 3 aðrar stovnar, eru útlitini best fyri at barn títt fær pláss innan alt ov langa tíð.

Hvussu fái eg mítt barn inn á sama stovn sum systkini?

Tú mást skriva barnið á bíðilista á stovninum hjá systkjum sínum. Systkin hjá børnum, sum longu ganga á einum dagstovni, hava framíhjárætt á bíðilistanum til sama stovn. Hetta er tó bara galdandi, tá ið samsvar er millum aldurin á tínum barni og longdina á tøka plássinum.

Hví síggi eg ikki mítt barn í plássskipanini?

Skipanin er tengd at fólkayvirlitinum. Tað vil siga, at upplýsingarnar um foreldur og børn í plássskipanini stava frá fólkayvirlitinum.

Tá ið eitt barn er føtt, er tað avvarðandi prestur, sum skrásetir og knýtir barnið at foreldrunum í fólkayvirlitinum. Sært tú ikki títt barn í skipanini, er orsøkin sannlíkt tann, at tú og barnið ikki eru knýtt saman í fólkayvirlitinum enn.

Eru foreldrini at barninum ikki gift, og hevur pápin ikki søkt um felags foreldramyndugleika, sæst barnið bara, tá ið mamman ritar inn í skipanina.

Ein onnur orsøk kann vera, at títt barn ikki hevur føroyskt p-tal. Um so er, kanst tú søkja um at fáa eitt TK-tal til barnið. TK-talið kann brúkast fyribils, inntil tit fáa barninum eitt p-tal. Les meira á síðu okkara um TK-tal.

Søk um TK-tal

Kann mítt barn fáa farloyvi frá stovninum?

Nei. Tað ber ikki til at varðveita eitt dagstovnapláss, hóast tær ikki tørvar plássið í eina tíð. Hevur tú ikki tørv á plássinum, noyðist tú sostatt at siga tað upp og skriva barnið upp á bíðilista til eitt nýtt pláss, tá tú fært tørv á tí aftur.

Eg havi ikki Samleikan ella MínBoks. Hvussu skrivi eg mítt barn upp?

Tað er bæði ómakaleyst og ókeypis at bíleggja sær Samleikan. Tú kanst bíleggja tær Samleikan við at trýsta á leinkið niðanfyri.

Hevur tú ikki møguleika fyri at nýta talgildu plássskipanina ella MínBoks og Samleikan, kanst tú prenta og fylla út umsóknarskjalið niðanfyri. Umsóknarblaðið fæst eisini í Snarskivuni. Tá tú hevur fylt skjalið út, letur tú tað inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Havn.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Umsókn um pláss á dagstovni

Eg havi onga teldu í løtuni. Hvussu kann eg skriva mítt barn upp á bíðilista?

Tú ert vælkomin at nýta teldurnar í forhøllini í Snarskivuni ella á Býarbókasavninum. Tað ber eisini til at seta barnið á bíðilista við snildfonini.

Eg fái ikki boð frá MínBoks, tá ið eg havi fingið tilboð um dagstovnapláss

Tá ið plássskipanin hevur eitt stovnspláss at bjóða tær, enda boðini í tínari MínBoks á Vanganum. Tað vil siga, at tú regluliga mást kanna tína MínBoks.

Vilt tú hava eina áminning frá MínBoks, hvørja ferð tú hevur móttikið boð frá til dømis Tórshavnar kommunu, so mást tú sjálv minnast til at tendra hesa funkuna í MínBoks-uppsetingunum á Vanganum. Í MínBoks-uppsetingini skal flugubein setast við »Ja, send boð um nýggjan post til mín teldupost«.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 11, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15