Varðveitingarverd hús og býarumhvørvi

Býrt tú í einum varðveitingarverdum húsum ella í einum varðveitingarverdum býarumhvørvi, eigur tú at hava nøkur viðurskifti í huga, ætlar tú tær at byggja út ella byggja um.

Eini hús kunnu vera frámerkt sum varðveitingarverd sambært Tórshavnar býaratlasi, sum er ein skráseting av bygningum, sum eru bygdir áðrenn 1958. Skrásetingin er frá 2006 og fevnir um umleið 1800 hús og 20 býarumhvørvi.

Tú kanst kanna varðveitingarvirðið á tíni ogn við at skriva bústaðin í leitiskipanina niðanfyri. Gev gætur, at kemur einki varðveitingarvirði fram, er ognin ikki skrásett við varðveitingarvirði. Somuleiðis skalt tú vita, at skrásetingin varð gjørd í 2006, og tískil kann koma fyri, at bygningurin ikki hevur sama varðveitingarvirði longur. Hetta kann til dømis vera, um týðandi umvælingar ella útbyggingar eru gjørdar, síðan skrásetingin varð gjørd.

Býrt tú í einum sermerktum býarumhvørvi, kann sjálvt býarumhvørvið vera frámerkt sum varðveitingarvert sambært Tórshavnar býaratlasi ella sambært ávísari serstakari byggisamtykt. Hetta kann somuleiðis seta avmarkingar fyri, hvussu tú kanst byggja og umvæla.

Til dømis er Tinganes fevnt av serstakari byggisamtykt, og tí verða allar umsóknir í sambandi við bygging í økinum viðgjørdar í serstaka byggiráðnum. Í serstaka byggiráðnum sita býararkitekturin, umboð fyri Tjóðsavnið og umboð fyri Reynanevndina.

Vilt tú kanna, hvørjar ásetingar eru í byggisamtyktunum í tínum øki, kanst tú leita byggisamtyktirnar fram við at skriva tín bústað og húsanummar í leititeigin niðanfyri.



Hent at vita
Yvirskipað um varðveitingarverdar bygningar

Í Tórshavnar kommunu standa fleiri søguligir og sjáldsamir bygningar, sum eru verdir at varðveita og ansa eftir av ymsum orsøkum. Varðveitingarverdir bygningar eru ofta týdningarmiklir og samfeldir partar av sermerktu byggilistini í kommununi. Teir kunnu sostatt hava týdning fyri bæði grannalagið og heildarmyndina í býnum.

Tað er týdningarmikið fyri framtíðina at tryggja tílíkar bygningar, tí teir hava byggilistarligt og mentanarsøguligt virði. Stundum kann virðið liggja í tí sermerkta mátanum, húsini eru feld inn í umhvørvið.

Vit áseta varðveitingarvirðini sambært serligari mannagongd, ið vit rópa SAVE. Hetta stendur fyri Survey of Architectural Values in the Environment. Tá vit skráseta bygningar sambært SAVE-mannagongdini, taka vit støði í fimm ymiskum atlitum:

  • Byggilistarliga virðinum
  • Mentanarsøguliga virðinum
  • Umhvørvisliga virðinum
  • Upprunanum
  • Standinum

Varðveitingarvirðini liggja millum 1 og 9. Hægsta virðið er 1. Bygningar við varðveitingarvirði 1 eru allir friðaðir sambært Løgtingslóg um friðan av fornminnum og bygningum. Bygningarnar, ið hava varðveitingarvirði millum 2 - 4, roynir kommunan at tryggja við at eggja eigarum til at hugsa um varðveitingarvirðið í bygninginum, tá tað snýr seg um umbygging og uppíbygging.

Skal ein bygningur metast sum varðveitingarverdur, skal hann annaðhvørt hava byggilistarligar dygdir ella vera eina blandingur av dygdargóðum byggisiði, mentanarsøguligum virði og týdningi í býarumhvørvinum.

Vit áseta varðveitingarvirðið við støði í eini heildarmeting av húsunum, sum tey stóðu, tá sýnið fór fram. Verða broytingar gjørdar seinni, kunnu metingartølini og varðveitingarvirðini í serligum førum flyta seg samsvarandi.

Eru eisini hús skrásett sum varðveitingarverd, er tað sum oftast útsjóndin, ið er fevnd av varðveitingarmetingini, sum gevur útslagið. Tað vil siga upprunin á húsunum, framsíðan, vindeygu, hurðar, tekja, kvistar og skorsteinar.

Eigur tú ein varðveitingarverdan bygning, mæla vit til, at tú ráðførir teg við Býarskipanardeildina í Tórshavnar kommunu, áðrenn tú fert undir umbyggingar og uppíbyggingar. Ein tílík samrøða kann snúgva seg um at finna góðar og hóskandi loysnir, sum hava atlit at tínum tørvi á at byggja um ella uppí, men sum samstundis hava fyrilit fyri teimum serligu virðunum, sum eru verd at varðveita í bygninginum. Ein varðveitingarverdur bygningur hevur ofta stóran týdning fyri bygda nærumhvørvið.

Um varðveitingarvirðini

Varðveitingarvirðini í Tórshavnar kommunu fylgja skrásetingini í Tórshavnar býaratlasi, sum er ein skipað skráseting av varðveitingarvirðunum í Tórshavnar kommunu. Skrásetingin varð almannakunngjørd í 2007.

Varðveitingarstigini síggja soleiðis út:

1Friðaður bygningur
2 - 3Høgt virði
4 - 6Miðalhøgt virði
7Lágt virði

Les meira um skrásetingina í Tórshavnar býaratlasi.

Tórshavnar býaratlas

Um varðveitingarvirðini 1 - 4

Bygningar við varðveitingarvirðunum 1 - 4 eru bygningar, sum í sínum byggilistarliga, mentanarsøguliga og handverksligu tilvirking eru framúrskarandi dømi av sínum slagi. Hetta kunnu eisini vera bygningar, sum við sínari staðseting eru ómissandi fyri heildina. Bygningar við varðveitingarvirði 1 eru einastandandi og hava tískil høgt stigatal á øllum parametrum í SAVE-skrásetingini.

Bygningar við varðveitingarvirði 4 hava ofta somu eyðkenni sum bygningar við varðveitingarvirði 1 - 3. Kortini kunnu umbyggingar og framhaldandi útskiftingar lækka um samlaðu metingina.

Hvat merkir tað fyri meg sum eigara, um míni hús eru varðveitingarverd?

Ætlar tú tær at gera um- ella uppíbyggingar, kanst tú fáa ein forfund við Byggi- og umhvørvisdeildina. Býrt tú í einum varðveitingarverdum bygningi, hevur tú á hesum fundinum møguleika fyri at ráðføra teg um tínar møguleikar og avmarkingar í mun til varðveitingarvirðið á bygninginum.

Býrt tú í eini ogn, sum er fevnd av banni fyri niðurtøku í serstakari byggisamtykt, er ognin tryggjað móti niðurtøku.

Ynskir tú at umvæla ella byggja upp í ein varðveitingarverdan bygning, skalt tú í umsóknartilfarinum minnast til at grundgeva fyri verkætlanini í mun til varðveitingarvirðið á bygninginum og í mun til møguligu ásetingarnar í serstøku byggisamtyktini.

Vilt tú umvæla ella byggja upp í ein varðveitingarverdan bygning, skalt tú lúka ásetingarnar fyri út- og umbyggingar í bygningskunngerðini. Tú hevur kortini møguleika fyri at víkja frá ásetingunum í bygningskunngerðini um so er, at lúkanin av orkukrøvunum í bygningskunngerðini stríðir ímóti berandi varðveitingarvirðunum í bygninginum.

Ætlar tú at umvæla ella halda tín bygning við líka, til dømis við at skifta vindeygu, viðgera klædning ella tílíkt, sum ikki krevur byggiloyvi, er týdningarmikið, at tínar broytingar virða bygningin. Eisini er umráðandi, at tú gert broytingarnar sambært ásetingunum í almennu byggisamtyktini. Er tín bygningur eisini frámerktur sum varðveitingarverdur í einari serstakari samtykt, skulu broytingarnar eisini lúka møguligu ásetingarnar í serstøku samtyktini.

Gev gætur, at hóast tín verkætlan ikki krevur byggiloyvi, kann gerast neyðugt at útvega tær loyvi sambært løgtingslógini um friðan av fornminnum og bygningum.

Í samband við at gera serstakar byggisamtyktir, greina vit altíð býarumhvørvið og tilhoyrandi bygningar, soleiðis at vit hava atlit at varðveitingarverdum býarumhvørvum og bygningum. Tað er kortini ikki varðveitingarvirðið, sum er avgerandi fyri endaligu skipanina av økinum.

Leita fram serstøku byggisamtyktina við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri.

Løgtingslógin um friðan av fornminnum og bygningum (logir.fo)

Orkusparandi tiltøk í varðveitingarverdum húsum

Í bygningskunngerðini eru fleiri krøv savnað, sum hava til endamáls at minka um orkunýtsluna í bygningum. Neyvu ásetingarnar finnur tú í kap. 7.4.2 í bygningskunngerðini.

Kortini kunnu serlig viðurskifti gera seg galdandi, tá talan til dømis er um:

  • Kirkjur
  • Søvn
  • Friðaðar bygningar
  • Bygningar, sum eru partar av friðaðum fornminnum
  • Bygningar, sum sambært kommunalari ætlan eru varðveitingarverdir

Sambært bygningskunngerðini kap. 7.4.1 eru tílíkir bygningar ikki fevndir av vanligu orkukrøvunum í kap. 7.4.2.

Vit vilja altíð gera eina ítøkiliga meting í hvørjum einstakum føri.

Byggilógin (logir.fo)

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Eg ætli at taka ein varðveitingarverdan bygning niður

Ætlar tú at taka ein gamlan bygning niður, sum er meira enn 100 ára gamal, er rættast at hoyra fornminnismyndugleikarnar fyri at fáa staðfest, um serlig atlit skulu takast.

Á heimasíðuni hjá Søvnum Landsins finnur tú eitt yvirlit yvir friðaðar bygningar og økir, sum eru á fornminnislistanum hjá Søvnum Landsins.

Áðrenn vit kunnu lata eitt byggiloyvi, skulu vit sum kommunalur byggimyndugleiki kanna, um byggingin er fevnd av aðrari lóggávu, sum aðrir myndugleikar umsita. Hetta er fyri at tryggja, at møguligar neyðugar góðkenningar frá øðrum myndugleikum eru útvegaðar sambært bygningskunngerðini, kap. 1.8.

Økir á fornminnislistanum (verður umsitið av Søvnum Landsins)

Bygningar á fornminnislistanum (tjodsavnid.fo)

Kunngerðin um kommunala byggimálsviðgerð (logir.fo)

Bygningskunngerðin (landsverk.fo)

Skráseting av varðveitingarverdum bygningum í Tórshavnar kommunu

Í dag fevnir tilnevningin av bygningum við høgum varðveitingarvirði um bygningar í miðstaðarøkinum, sum eru bygdir áðrenn 1958. Tað vil siga, at skrásetingin fevnir um alt økið frá Hoyvík til Norðasta Horn og Argir. Skrásetingin varð gjørd í tíðarskeiðnum 2006 - 2007 og varð almannakunngjørd í 2007 undir heitinum Tórshavnar býaratlas.

Á kortmyndini í leinkjuni niðanfyri sært tú, hvørji øki og hús, skrásetingin fevnir um. Á kortinum hjá Tjóðsavninum í leinkjuni niðanfyri finnur tú eisini eitt yvirlit yvir friðaðar bygningar.

Skrásetingin av varðveitingarverdum bygningum er gjørd sambært SAVE-mannagongdini (Survey of Architectural Values in the Environment). Hendan mannagongdin tekur støði í fimm viðurskiftum:

  • Byggilistarliga virðinum á bygninginum
  • Mentanarsøguliga virðinum
  • Umhvørvisliga virðinum
  • Upprunanum
  • Standinum

Samanumtikið geva hesi viðurskifti eitt samlað varðveitingarvirði á einum stiga frá 1 - 9. Bygningar, sum sambært hesum stiga fáa samlaðu virðini 1 - 3, meta vit varðveitingarverdar.

Skrásettir bygningar síggjast á kortunum í leinkjunum niðanfyri.

Friðaðir bygningar í Føroyum (tjodsavnid.fo)

Kort yvir bygningar við varðveitingarvirði í Tórshavnar kommunu

Tórshavnar býaratlas

Dømi um varðveitingarvirðini 1-4

Niðanfyri geva vit tær nøkur dømi um bygningar, sum eru skrásettir við varðveitingarvirði 1 - 4 í Tórshavnar kommunu.

DØMI UM VARÐVEITINGARVIRÐI 1, BØGØTA 9

Fín fiskimannahús í siðbundnum stíli. Standa í upprunaligum líki. Húsini stuðla upp undir hugna og gott huglag í gøtumyndini. Húsini eru friðað. Grundstykkið er bygt fyri 1910.

DØMI UM VARÐVEITINGARVIRÐI 2, GRÍMS KAMBANS GØTA 26

Eini hús í sera gjøgnumførdum stíli. Prýdd og fríðkað. Húsini standa sera eyðsýnd í umhvørvinum.

DØMI UM VARÐVEITINGARVIRÐI 3, TINGHÚSVEGUR 22

Fín lítil fiskimannahús við uppíbygging. Eru heilskapað, samfallandi og bygd í røttum lutfalli. Standa í upprunalíki. Umvæling er gjørd í samljóði við stílin.

DØMI UM VARÐVEITINGARVIRÐI 4, TINGHÚSVEGUR 25

Fín træhús í siðbundnum skiparahús stíli. Einføld og greið at síggja til. Húsini standa væl í umhvørvinum og hóska væl saman við øðrum húsum. Aftan fyri húsini er fínur garður.

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15