Garðar, hegn og gongubreyt

Eigur tú hús framvið almennum vegi, eigur tú ein part av ábyrgdini fyri, at gongubreytin og vegøkini eru rein og hampað. Tú skalt serliga syrgja fyri at klippa runnar og trø, har vegamót og gøtunavna- og ferðsluskelti eru, tí vøksturin kann tarna útsýnið hjá bilførarum. 

Tú ert vælkomin at senda okkum eina fráboðan, um tú bert eyga við runnar ella greinar, sum fjala skelti ella tarna ferðsluni á annan hátt.

Send fráboðan um tarnandi vøkstur

Tú skalt klippa tína runnagirðing heilt inn til markið móti almennum vegi ella gøtu. Sama er galdandi fyri runnar og trø, sum vaksa út yvir gongubreytina ella vegjaðaran, og sum kunnu vera til ampa fyri fólk til gongu ella á súkklu. Størri trø kunnu eisini skugga fyri part av gøtuljósinum, soleiðis at sýnið versnar.



At klippa runnar og halda gongubreytina reina
Hvussu skal eg klippa mína runnagirðing?

Hevur tú runn ella annan vøkstur, sum veksur út móti almennum vegi, gongubreyt ella gøtu, skalt tú klippa heilt inn til mark.

Hetta kravið hevur atlit at postboðum og ruskinnsavningini, men eisini at tínum grannum og øðrum borgarum. Tað skal vera frítt at fara hjá ferðsluni á gongubreytum, vegum og rásum, og gott sýni skal vera frá síðuvegum og privatum ognum.

Tá tú klippir runnar og trø, er serliga umráðandi fyri ferðslutrygdina, at vøksturin ikki tarnar útsýni við vegamót, og at tú eisini klippir har, sum ferðsluskeltir eru.

Við fáum ráðum kanst tú virka fyri at gera pláss fyri øllum í kommununi og lætta um gerandisdagin hjá eldri fólki, rørslutarnaðum, barnafamiljum og persónum í tænastustørvum.

Samstundis tekur tú lut í at fríðka um grannaløgini og arbeiðir sostatt fyri tí góða grannalagnum.

Góður siður er, at runnagirðingar ikki eru hægri enn 1,8 metrar. Kunnu tú og grannin semjast, kann hæddin vera tveir metrar. Vit mæla eisini til, at girðingin ella runnurin er breiðast í neðra. Hetta er bæði fyri útsjóndina, men eisini fyri at tryggja støðufestið, so runnurin ikki koppar ella brotnar.

Tú kanst kunna teg nærri um tínar skyldur í politiviðtøkuni fyri Tórshavn og í løgtingslógarkunngerðini um ferðslu.

Politiviðtøkan fyri Tórshavn (logir.fo)

Løgtingslógarkunngerðin um ferðslu (logir.fo)

Hvussu skal eg halda mína gongubreyt reina?

Tá tú hampar gongubreytina, skalt tú millum annað:

  • Taka ókrút burtur
  • Feia
  • Taka rusk og annað burtur, sum er til ampa fyri ferðsluna
  • Halda trappusteinin reinan
  • Halda vegjaðaran reinan og reinsa kloakkristirnar

Kommunan hevur ábyrgdina av at reinhalda koyribreytirnar, súkklubreytirnar og almennu parkeringsøkini.

Er kloakkristin í vegjaðaranum tipt, kanst tú boða kommununi frá umvegis okkara talgildu fráboðanarskipan.

Boða frá tiptari kloakkrist

Húseigarar fram við privatum felagsvegi

Húseigarar, ið liggja upp at privatum felagsvegi ella rásum, hava somu skyldur at klippa runnar sum øll onnur. Tað vil siga, at eigarar skulu fylgja mannagongdini omanfyri undir teiginum "Hvussu skal eg klippa mína runnagirðing?".

Húseigarar, sum eiga rættin til privata felagsvegin, hava harumframt skyldu til at reinhalda gongubreytina, vegjaðaran og koyribreytina framman fyri sína ogn heilt út til miðjuna á koyribreytini. Tú kanst kunna teg nærri um tínar reinhaldsskyldur í politiviðtøkuni fyri Tórshavn.

Á kortinum niðanfyri sært tú eitt yvirlit yvir privatu vegirnar í Tórshavnar kommunu. Eigur tú privatan veg í Tórshavnar kommunu, kanst tú søkja um, at kommunan skal yvirtaka vegin og harvið viðlíkahaldið. Les meira um treytirnar her:

Yvirtøka av privatum vegi

Politiviðtøkan fyri Tórshavn (logir.fo)

Leiðreglur fyri runnagirðingar, hegn og trø
Leiðreglur fyri runnagirðingar, hegn og trø

Tú kanst lesa nærri um reglurnar fyri runnar, hegn og niðurseting av trøum í faldaranum »Plantið eitt træ í góðum grannalag« niðanfyri. Tú finnur eisini vegleiðingina til uppsetan av seyðahegni niðanfyri.

Yvirskipaðu girðingarreglurnar finnur tú í Girðingarlógini.

Kortini mást tú eisini minnast til at kanna, um serstaka byggisamtyktin hevur ásetingar um girðingar í tínum øki. Harafturat er hegnskyldan ofta lýst sum byrða á ognum, serliga í sambandi við kommunalar útstykkingar. Tað vil siga, at tú mást kanna, um ásetingar um girðingar eru at finna í skeytinum.

Er einki tilskilað í skeytinum ella í serstøku byggisamtyktini, er talan um vanliga garðskyldu. Vanliga garðskyldan er annaðhvørt full garðskylda ella felags garðskylda:

  • Fulla garðskyldu hevur tú fram við almennum ella kommunalum vegi, gøtu ella frílendi
  • Felags garðskyldu hevur tú, um tú býrt upp at grannanum. Tað vil siga, at tú saman við tínum granna skalt finna útav, hvussu garðurin tykkara millum skal vera; hvørt garðurin til dømis skal vera træverk, rimaverk, betonggarður, stakitt ella einki

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Vegleiðing um hegn

Girðingarlógin (logir.fo)

Hent at vita
Eg ætli mær at planta runnar ella girða við hegni

Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú skalt tískil altíð syrgja fyri, at staðseta runnar og aðrar girðingar á tínum egna matrikkli. Tað vil eisini siga, at tú skalt gera tær greitt, hvar markið gongur millum tín matrikkul og vegin ella grannaognina.

Setur tú runnagirðingar niður, skalt tú til dømis hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki. Hetta er av teirri orsøk, at fullvaksnir runnar kunnu enda við at verða 80 cm til víddar.

Hava tú og grannin felags runnagirðing, er týdningarmikið, at tit eru samdar um, nær runnarnir skulu klippast, og hvussu breið og høg runnagirðingin skal vera.

Eg ætli mær at planta trø

Vanligt er, at trø kunnu plantast allastaðni í einum garði. Kortini er ymiskt, sum tú skalt hava fyrilit fyri. Til dømis er umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Tú mást eisini ansa eftir, at trøini ikki skaða nakað á grannaognini ella eru til vanda, tá tey vaksa.

Tá tú setur niður, skalt tú eisini minnast til, at trø kunnu koma til at kasta skugga á grannaognina. Serliga eru tvey viðurskifti, sum gera av, hvørt eitt træ skuggar og elvir til øsing. Annað er, hvar træið stendur í mun til markið. Røtur og greinar mugu til dømis ikki vaksa inn um mark. Og træið sjálvt skal standa á tínum egna matrikkli. Hitt er, hvussu høgt træið veksur.

Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.

Plantið eitt træ í góðum grannalag

Finn reglurnar um runnar og girðingar í serstøku byggisamtyktini

Reglur um girðingar eru viðhvørt lýstar í serstøku byggisamtyktini. Tú kanst skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at leita fram serstøku samtyktina og kanna, um serligar ásetingar eru í tínum øki.

Rættindi og skyldur

Girðingarskylda

Galdandi reglurnar um hegnskyldu og garðskyldu kanst tú lesa um í Girðingalógini, sum tú finnur her: Girðingarlógin (logir.fo)

Reinhaldsskylda

Reglurnar um reinhald finnur tú í Politiviðtøkuni fyri Tórshavn (logir.fo)

Býarskipanardeildin
Býarskipanardeildin

Niels Finsens gøta 17, 4. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15