Fyrst og fremst eigur tú at gera nakrar forkanningar fyri at vita, um tað ber til at gera eina útstykkingarætlan á staðnum.
Her kanst tú til dømis kanna:
- Hvat sigur byggisamtyktin? Liggur økið í einum umráðisparti, sum er útlagdur til bygging?
- Er nøkur útstykkingarætlan gjørd fyri umráðið?
- Eru nakrar friðingar ella nakað varðveitingarvert á økinum?
- Er nøktandi atkoma til økið?
- Ber til at fáa kloakk og aðrar leiðingar til økið?
- Eru onnur viðurskifti, sum bera við sær avmarkingar fyri økið?
- Eru byrður tinglisnar á ognini? Hesar kanst tú leita fram hjá Tinglýsingini á Umhvørvisstovuni. Ring á tel. 34 24 00 ella send ein teldupost til tinglysing@us.fo.
Bygningskunngerðin (landsverk.fo)
Tá tú hevur gjørt omanfyrinevndu kanningar, eigur tú at finna tær ein ráðgeva, sum kann geva tær ráðgeving og uppskot til eina útstykkingarætlan.
Áðrenn tú gert títt uppskot til útstykkingarætlan, er tað eitt gott hugskot at hava eina innleiðandi samrøðu við kommunala byggimyndugleikan. Í innleiðandi samrøðuni greiða vit karmarnar fyri útstykkingarætlanina og gera til dømis avtalur um tíðarætlanir.
Ein útstykkingarætlan skal við tekningum og frágreiðingum lýsa ætlanina, soleiðis at kommunan kann samtykkja ætlanina og gera eina serstaka byggisamtykt.
Tá ein útstykkingarætlan er gjørd, gera vit í kommununi eina serstaka byggisamtykt í samráð við útstykkjaran. Uppskotið til serstaka byggisamtykt skal góðkennast av býráðnum, liggja alment frammi til hoyringar í tríggjar vikur við kærufreist á seks vikur og síðani sendast Landsstýrinum til endaliga góðkenning.
Koma týðandi viðmerkingar inn í sambandi við hoyringina, skal málið viðgerast av nýggjum. Verða týðandi broytingar gjørdar, skal málið leggjast fram av nýggjum til hoyringar.
Tá útstykkingarætlanin er góðkend og serstaka byggisamtyktin endaliga samtykt, skalt tú lata kommununi eina fullfíggjaða myndugleikaverkætlan.
Ein myndugleikaverkætlan er umfatandi. Tískil er neyðugt, at tey, ið standa fyri verkætlanini, hava fullan kunnleika og førleika til at gera tekniskar verkætlanir innan verkfrøði, kloakk, vatn, el og annað. Tí er neyðugt, at tú hevur ein ráðgeva, sum kann samskipa alt hetta arbeiðið.
Meðan verkætlanin er í gongd, kanst tú hava fundir við kommununa fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum.
Tá tekniska verkætlanin er gjørd og góðkend av kommununi, verður endaliga útstykkingarloyvið givið, og tá kann arbeiðið byrja.
Í útstykkingarloyvinum eru møgulig krøv tilskilað, millum annað um, nær kommunan skal sýna útstykkingina.
Tá útstykkingin er liðug, skal tú sum útstykkjari venda tær til Umhvørvisstovuna fyri at fáa matrikuleringina framda.
Tá matrikuleringin er framd, útstykkingin er avhendað og váttan fyriliggur, kunnu vit geva byggiloyvi til tey hús, sum skulu byggjast.
Gev gætur, at tað áliggur tær sum útstykkjara at fáa til vega allar upplýsingar viðvíkjandi útstykkingini. Hóast kommunan góðkennir eitt uppskot, kunnu viðurskifti stinga seg upp seinni, sum kunnu føra til, at broytingar mugu gerast ella sum heilt forða fyri, at ein útstykking kann gerast, hóast vegleiðandi aftursvarið, sum tú hevur fingið frammanundan.