Soleiðis fært tú tær fjarhita

Her sært tú, hvørjar møguleikar tú hevur fyri at knýta húsini uppí fjarhitaskipanina. Tú kanst eisini kanna, um tín matrikkul er fevndur av íbindingarskylduni. 

Býrt tú í einum øki uttan møguleika fyri at knýta húsini upp í fjarhitaskipanina, mæla vit til, at tú velur eina grøna orkuloysn. Vilt tú vita, hvør orkuloysn hóskar best til tíni hús, kanst tú venda tær til Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni. Orskuskiftið er ráðgevandi myndugleiki í føroyskum orkuviðurskiftum.

Orkuskiftið (os.fo)



Kanna tínar møguleikar fyri fjarhita
Er íbindingarskylda á mínum matrikkli?

Tú kanst kanna, um tú býrt í fjarhitaøki við at skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri. Tú skalt kortini altíð minnast til at kanna títt skeyti fyri neyvari ásetingar um fjarhita.

Kann eg fáa undantaksloyvi frá íbindingarskylduni?

Byggir tú hús í einum øki, sum er fevnt av fjarhitakervinum, kanst tú ikki fáa undantaksloyvi frá íbindingarskylduni. Kanna her, um matrikkulin er fevndur av fjarhitakervinum.

Hvussu skal eg gera, um eg vil knýta húsini upp í fjarhitaskipanina?

Send ein fyrispurning til Fjarhitafelagið. Fjarhitafelagið metir um, hvørt til ber at veita tær fjarhita, ella um fleiri matrikklar mugu fara saman um at knýta uppí skipanina.

Í summum førum ber væl til at knýta einstakar brúkarar upp í skipanina, serliga tá brúkarar eru staddir nærindis fjarhitaleiðingunum. Í fleiri førum er kortini neyðugt at gera leiðingar inn í grannaløg. Hetta er ein stór íløga, og tí er ofta neyðugt, at fleiri ella allir matrikklarnir í grannalagnum í felag biðja um íbinding til fjarhitaskipanina.

Áheitanir um felags íbinding skulu sendast Fjarhitafelagnum umvegis teldupost til fjarhiti@fjarhiti.fo.

Býrt tú í einum øki uttan møguleika fyri at knýta húsini upp í fjarhitaskipanina, mæla vit til, at tú velur eina grøna orkuloysn. Ynskir tú at vita, hvørjar orloysnir eru, og hvør loysn hóskar best til tíni hús, kanst tú venda tær til Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni, sum er ráðgevandi myndugleiki í føroyskum orkuviðurskiftum.

Hvat kostar fjarhiti?

Á heimasíðuni hjá Fjarhitafelagnum sært tú, hvat íbindingin kostar, og hvat nýtslan kostar.

Íbindingargjald til fjarhita (fjarhiti.fo)

Gjaldsskrá fyri fjarhitabrúkarar (fjarhiti.fo)

Hvønn vendi eg mær til, um eg vil kæra?

Fjarhitabrúkarar kunnu í løtuni ikki kæra avgerðir hjá Fjarhitafelagnum til nakran kærumyndugleika. Orsøkin er, at partar av lógarverkinum framvegis vanta. Sum fjarhitabrúkari ert tú sostatt fyribils noydd at royna kærumálið við dómstólarnar.

Eg havi ósvaraðar spurningar um fjarhita

Vilt tú vita, hvat stendur í skeytinum, kanst tú kanna tað í Tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni.

Hevur tú tørv á dagførdum príssamanberingum av orkuloysnum, skalt tú annaðhvørt venda tær til Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni ella Fjarhitafelagið.

Hevur tú spurningar um íbindingarskyldu til fjarhita, skalt tú venda tær til Fjarhitafelagið.

Hevur tú spurningar um møguleikan fyri at fáa fjarhita, skalt tú venda tær til Fjarhitafelagið. Í summum førum krevst, at tit eru fleiri, sum í felag biðja um at fáa fjarhitan lagdan inn í grannalagið.

Tinglýsingin

Tel. 35 80 20

tinglysing@us.fo

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)

Fjarhitafelagið

Tel. 31 95 59

fjarhiti@fjarhiti.fo

Fjarhitafelagið (fjarhiti.fo)

Orkuskiftið

Tel. 34 24 00

info@os.fo

Orkuskiftið (os.fo)

Um fjarhitaskipanina - orkukeldur og ætlan
Soleiðis sær fjarhitaætlanin út

Fjarhitafelagið veitir fjarhitan í Tórshavnar kommunu. Tað eru Tórshavnar kommuna og SEV, sum eiga Fjarhitafelagið.

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar og nær fjarhitaskipanin eftir ætlan verður útbygd.

Fjarhitaskipanin 2020-2035 (fjarhiti.fo)

Hvaðani stavar fjarhitin?

Hitin í fjarhitaskipanini stavar frá trimum orkukeldum:

  • Avlopshita frá brennistøðini á Hjalla
  • Avlopshita frá el-verkinum hjá SEV á Sundi
  • Oljufýrdum ketli hjá Fjarhitafelagnum

Orkubýti

Orkubýtið hevur seinastu árini sæð soleiðis út:

2016


2018


2019

Í 2019 kom eingin fjarhiti frá verkinum á Sundi, tí nýggja Sundsverkið varð útbygt. Av tí sama sá orkubýtið soleiðis út:


Tá el-verkið á Sundi kemur upp í fjarhitaskipanina aftur í 2020, fer býtið væntandi at síggja soleiðis út:

2022

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15