Leysgangandi djór og kríatúr
Kommunan tekur leys djór upp í samstarvi við løgregluna og handfer tey sambært lógunum um leys djór og girðingar. Eigur tú hund, kettu, gæs, seyð ella annað kríatúr, er tí umráðandi, at tú ansar væl eftir, at tey ikki ganga leys ella uttan hálsband.
Boða frá leysari kettu
Bert tú eyga við djór, sum ganga leys, skalt tú boða løgregluni frá. Í summum førum kanst tú eisini heita á Djóraverndarfelagið. Er talan um leysgangandi kettu uttan hálsband, kanst tú boða kommununi frá í okkara talgildu fráboðanarskipan.
Løgreglan í Havn
Tel. 35 14 48
politi@politi.fo
Um tú eigur kettu, er tað umráðandi, at kettan er í hálsbandi. Kettur, sum ikki hava hálsband og spjaldur, tatovering ella mikrochip, verða avlívaðar beinavegin, tá tær verða tiknar upp av løgregluni.
Um tú ber eyga við leysgangandi kettu við ongum hálsbandi, skalt tú boða kommununi frá.
Hevur tú hund, skalt tú syrgja fyri, at hundurin hevur hálsband og spjaldur frá tí, hann er 4 mánaðir gamal. Á spjaldrinum skal standa navn og bústað hjá eigara.
Fyri at halda býin reinan heita vit á teg um at brúka serligan posa til hundalortar. Posarnir verða útflýggjaðir í Snarskivuni og eru eisini at fáa í serligum stativum í fríøkjum, m.a. í Havnardali, Svartafossi og Sandagerði. Posarnir fáast eisini til keyps í handlunum.
Harafturat mást tú syrgja fyri, at hundurin ikki gongur leysur. Um hundurin gongur leysur og verður tikin upp av løgregluni, fært tú álagt eina bót, sum skal gjaldast, tá ið tú kemur eftir hundinum.
Er hundurin ikki heintaður innan 3 dagar eftir upptøku, verður hundurin avlívaður ella avhendur. Tú kanst kunna teg nærri um hundalógina niðanfyri.
Upptikin leysgangandi seyður verður seldur á uppboði eftir 8 dagar, meðan ross verða seld eftir 14 dagar. Hetta sambært girðingarlógini. Tú kanst kunna teg nærri um lógina her:
Bert tú eyga við leysgangandi dunnur, hønur ella gæs, kanst tú preia okkum. Tú kanst eisini venda tær til Djóraverndarfelagið.
boða frá hønum, gásum og dunnum
Dunnur, hønur og gæs mugu ikki ganga leys í tættbygdum øki. Hetta er serliga við atliti at ferðslutrygd og galdandi lógum um girðingar. Verða dunnur, hønur ella gæs tikin upp av løgregluni, verða tey seld á uppboði eftir 8 dagar.
Um tú ber eyga við deyðum djóri á almennum øki, eitt nú á vegi, skalt tú boða kommununi frá.