Bál og nýggjársbál

Ætlar tú tær at brenna bál, skalt tú vera greið yvir, at tað krevur loyvi frá kommununi. Undantikin eru smærri bál á privatum økjum, tá endamálið er matgerð ella annar útihugni. Kortini skalt tú altíð fylgja leiðreglunum fyri bálbrenning.

Søk um loyvi at brenna nýggjársbál

Fyri øll bál er meginreglan, at bálini ikki mugu elva til ampa. Elvir brenningin til ampa, kann kommunan ella løgreglan geva boð um, at eldurin skal sløkkjast.

Her kanst tú lesa um, hvussu tú fært góðkenning, og hvørjar treytirnar og reglurnar eru. Tú kanst eisini kunna teg nærri í faldaranum um brenning av báli.

Vegleiðing um brenning av báli og eldstaði



Stór bál – nýggjársbál og jóansøkubál
Stór bál – nýggjársbál og jóansøkubál

Ætlar tú tær at brenna nýggjársbál, jóansøkubál ella annað stórt bál, skalt tú hava góðkenning frá Tórshavnar Sløkkiliði. Harumframt eru nakrar reglur, tú skalt fylgja.

Tú søkir um loyvi til at brenna nýggjársbál og jóansøkubál í talgildu skipanini hjá Sløkkiliðnum. Umsóknin skal vera Sløkkiliðnum í hendi áðrenn ávikavist 31. desember klokkan 12 og 23. juni klokkan 12.

Søk um loyvi at brenna nýggjársbál 

Tá tú søkir, skalt tú skriva, nær og hvar bálið verður, og tú skalt upplýsa navn og telefonnummar á viðkomandi, sum hevur ábyrgdina av bálinum. Ábyrgdarfólkið skal vera í minsta lagi 18 ár.

Ivast tú í nøkrum, kanst tú venda tær til Sløkkiliðsstøðina:


Tórshavnar Sløkkilið

Tel. 30 21 00
brand@torshavn.fo

Tórshavnar Sløkkilið (Facebook)

Treytir fyri góðkenning av nýggjársbáli og jóansøkubáli

Fyri at fáa góðkenning at brenna nýggjársbál og jóansøkubál, mást tú syrgja fyri, at treytirnar verða hildnar. Treytirnar skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, og at bálbrenningin ávirkar umhvørvið minst møguligt. Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at tú bara brennur reinan, óviðgjørdan og turran við
  • at støddin á bálinum í mesta lagi er 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd
  • at bál størri enn 3 metrar í tvørmáti og 2 metrar í hædd skulu góðkennast frammanundan av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum. Tílík stór bál verða bara góðkend, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu vera hóskandi til umstøðurnar
  • at veðrið er til vildar og vindferðin í mesta lagi 15 m/s
  • at frástøða til hús og lutir er nóg stór
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
  • at tú upplýsir navn, bústað og telefonnummar til sløkkiliðsstøðina
  • at tað er navngivni ábyrgdarpersónurin, sum fær rokningina, um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir

Vit mæla til, at tú hevur spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar.

Hevur tú fingið skrivligt loyvi frá kommununi ella Sløkkiliðnum, eigur tú sum ábyrgdarpersónur at hava loyvið hjá tær, so tú kanst vísa tað fram, um myndugleikarnir biðja teg um tað.


Tórshavnar Sløkkilið

Tel. 30 21 00
brand@torshavn.fo

Tórshavnar Sløkkilið (Facebook)

Smærri bál og eldstøð
Smærri bál og eldstøð

Tær nýtist ikki loyvi frá kommununi til at brenna smærri bál ella nýta smærri eldstøð á privatum økjum, tá endamálið er matgerð og annar útihugni. Kortini skalt tú altíð hava atlit at umstøðunum. Leiðreglurnar fyri smærri bál og eldstøð eru hesar:

  • Bálið kann í mesta lagi vera 120 cm í tvørmáti
  • Bálið skal í minsta lagi vera tíggju metrar burtur frá tættasta húsi
  • Veðrið skal altíð vera til vildar. Vit mæla frá at kynda bál, um vindurin er omanfyri tíggju m/s.
Hvat slag av tilfari er loyvt at brenna á báli og bálplássum?
Hvat slag av tilfari er loyvt at brenna á báli og bálplássum?

Uttan mun til um tú brennir stórt ella lítið bál, og um tað verður gjørt innandura ella uttandura, eru reglur fyri, hvat tú sleppur at brenna.

Endamálið við einum báli ella eldstaði má ongantíð vera at sleppa sær av við burturkast. Burturkast skal ikki brennast, tí nógvur og vandamikil roykur kann koma frá hesum.

Alt burturkast skal latast góðkendum móttakara, til dømis Kommunalu brennistøðini ella IRF.

Kunngerð um burturkast (logir.fo)

Burturkast

Tilfar, sum er loyvt at brenna
  • Pappír og papp
  • Óviðgjørdur og turrur viður, til dømis træplátur, trækassar og greinar
  • Torv, kol, koks og tílíkt
Tilfar, sum ikki er loyvt at brenna
  • Litað lýsingarbløð og annað blankt pappír
  • Bildekk, gummi og plast
  • Viðgjørdur viður, til dømis trýstviðgjørdur, málaður og lakkeraður viður
  • Spónplátur og træ við plastlaminati
  • Innbúgv, til dømis sofur og madrassur
  • Spillolja og annað vandamikið burturkast
Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Umhvørvisdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15