Ómaksgjøld og viðgerðarlongd
Øll eru áhugað í, at byggimál verða avgreidd skjótt og rætt. Tú kanst gera títt fyri at seta ferð á gongdina. Á hesari síðuni sært tú, hvussu tú tryggjar tær eina skjóta viðgerð, og hvør kostnaðurin er fyri byggimálsviðgerðir.
Í løtuni taka vit einki gjald fyri at viðgera umsóknir um byggiloyvi. Er talan um nýbygging, krevur kommunan tó eitt íbindingargjald til vatn og kloakk. Hetta gjaldið áseta vit sambært eini úrtrokningarreglu, ið tekur atlit til víddina á stykkinum, nýtsluna og galdandi byggistig.
Ætlar tú tær at byggja hús í Tórshavnar kommunu, kanst tú fáa eina innleiðandi samrøðu við Byggimálsdeildina.
Tú kanst fáa atgongd til fleiri av upplýsingum, sum eru viðkomandi fyri tína byggiverkætlan, umvegis vegleiðingina og leitimøguleikarnar á okkara heimasíðu. Til dømis kanst tú finna viðkomandi upplýsingar um títt grundstykki og tína ogn við at brúka leitifunkurnar á heimasíðuni.
Tú kanst eisini leita í talgildu kortunum á heimasíðuni. Her kanst tú finna almennu og serstøku byggisamtyktirnar, síggja avmarkingar av matrikklinum, síggja kloakkleiðingar og aðrar leiðingar og mangt annað.
Á heimasíðuni finnur tú eisini vegleiðingar til, hvar og hvussu tú fært fatur á upplýsingum frá øðrum viðkomandi stovnum, til dømis tingbókaváttanir og avrit frá Tinglýsingini.
Áðrenn tú byrjar, hevur tú møguleika fyri at fáa ein innleiðandi fund við Byggimálsdeildina. Soleiðis kanst tú tryggja tær, at grundarlagið undir viðgerðini av tínum byggimáli er gott og greitt. Á forfundinum kanst tú fáa greiðu á, hvørjar ásetingar eru galdandi fyri tína byggiverkætlan, og hvørjar upplýsingar og fylgiskjøl, tú skalt leggja við umsóknini um byggiloyvi. Hetta er eisini eitt høvi til at tryggja, at tínar ætlanir og vónir samsvara við tað, sum byggimyndugleikin krevur.
Tað kann vera ein fyrimunur at fáa tær ein ráðgeva, og at tit kanna, hvat er galdandi fyri títt grundstykki áðrenn fundin. Eigur tú ikki sjálv ognina, skalt tú hava fulltrú frá eigaranum, fyri at vit kunnu halda fundin.
Leita fram kort, tekningar og samtyktir – hvat er galdandi á tínum stykki
Viðgerðartíðin fyri byggimál er ymisk. Hon veldst um støddina á byggimálinum og um, hvussu fullfíggjað tín umsókn er. Her fært tú nøkur ráð til, hvussu tú kanst stytta viðgerðartíðina.
FYLG KRAVLISTANUM
Fyri hvørt slag av byggiloyvi er ein listi yvir, hvat tilfar tú skalt leggja við umsóknini. Tú finnur hesi krøvini, tá tú lesur um ymsu sløgini av bygging her á heimasíðuni. Fyri at ein málsviðgerð kann fara í gongd, er týdningarmikið, at tú letur okkum kravda tilfarið.
Umsóknin um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum skal gerast, og tú skalt leggja allar tekningar og upplýsingar við, sum hava týdning fyri byggingina.
LÝS VÍDDINA OG STØDDINA Á ÆTLAÐU BYGGINGINI VÆL
Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggimyndugleikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini. Tú skalt upplýsa byggi- og nýtslustig í mun til mest loyvdu hædd og frástøðu til mark.
SYRG FYRI, AT VIÐGERÐARGRUNDARLAGIÐ ER VÆL LÝST
Í fleiri førum verður ein viðgerð seinkað, tí tilfarið, sum er latið inn, ikki veitir okkum allar upplýsingar um møgulig viðurskifti, sum ganga ímóti galdandi ásetingum.
Tín umsókn um byggiloyvi skal sostatt fevna um:
- Neyðugar upplýsingar til eyðmerking av ognini, bygninginum ella eindini
- Neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini í mun til ásetingarnar í Bygningskunngerðini, byggisamtyktum og øðrum ásetingum
- Upplýsing um ætlaðu nýtsluna í bygninginum. Er talan um broytta nýtslu, skalt tú eisini upplýsa okkum um verandi nýtslu
- Upplýsingar um, hvørt verkætlanin stríðir ímóti ásetingum í Byggilógini, Bygningskunngerðini, byggisamtyktum, tinglisnum byrðum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Eru frávik, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum
Er tín umsókn í samsvari við allar ásetingar, tað vil siga byggisamtyktirnar, Bygningskunngerðina, byggi- og friðingarlinjurnar og annað, er vanliga ikki neyðugt við grannahoyringum. Tá gongur málsviðgerðin munandi skjótari fyri seg.
Ynskir tú sum byggiharri at gera broytingar í tilfarinum, tú hevur sent okkum, meðan umsóknin er til viðgerðar hjá kommununi, kann hetta seinka viðgerðina. Í summum førum kann hetta elva til, at alt málið má ganga umaftur, og viðgerðartíðin verður longri.
Hevur tú sostatt syrgt fyri at lýsa málið til fulnar frá byrjan, kanst tú spara nógva tíð.
Hevur tú Samleikan, skalt tú nýta sjálvgreiðsluna á Vanganum til at søkja um loyvi til eina byggiverkætlan. Vit viðmæla, at tú sum borgari sjálv stovnar málið á Vanganum og knýtir tín ráðgeva at málinum beinavegin, tá málið er stovnað. Á tann hátt kanst tú altíð fylgja við í málsviðgerðini á Vanganum og kunna teg um framgongdina í málinum.
Tá tú hevur stovnað og lýst tína verkætlan á Vanganum, fært tú ein tjekklista yvir tey fylgiskjøl, sum tú í minsta lagi skalt leggja við umsóknini.
Søk um byggiloyvi á Vanganum
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.
Vit verða ofta spurd um, nær ein byggimálsviðgeri verður knýttur at einum byggimáli.
Tá vit hava kannað eitt mál fyri vantandi tilfar, og vit hava móttikið tilfarið í fullfíggjaðum líki, kann viðgerðin byrja. Síðan verður ein byggimálsviðgeri knýttur at málinum.
Hevur tú spurningar til okkum, kanst tú ringja á tel. 30 20 10 ella senda okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva í evnisteigin, hvat tín spurningur snýr seg um.
Snýr tín spurningur seg um títt egna byggimál, skalt tú annaðhvørt upplýsa matrikkulnummarið, journalnummarið ella bústaðin. So er munandi skjótari hjá okkum at beina teg til rætta málsviðgera.