Leita fram kort, tekningar og byggisamtykt
Her finnur tú kort yvir Tórshavnar kommunu og tekningar og skjøl, sum hava við byggiverkætlanir á grundstykkjum í kommununi at gera.
Á kortinum yvir Tórshavnar kommunu kanst tú kunna teg um almennu byggisamtyktina. Tú kanst eisini kanna, um serstøk byggisamtykt er galdandi á tínum grundstykki, hvørji øki eru friðað og mangt annað.
Á síðu okkara »Hús- og jarðareigari í kommununi« kanst tú kunna teg um, hvat er galdandi á tínum grundstykki.
Hevur tú ikki tekningarnar og viðkomandi skjølini, sum hoyra til títt grundstykki, kanst tú venda tær til kommununa fyri at fáa avrit av skjølunum.
Tú kanst senda eina umbøn til Snarskivuna við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja bústaðin, sum umbønin snýr seg um, og at lýsa, hvat fyri tilfar tær manglar.
Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu tín matrikkul er avmarkaður. Skriva tín matrikkul ella bústað í leititeigin á kortinum.
Her finnur tú ymsar upplýsingar um tína grund. Tú kanst til dømis skriva tín bústað í leititeigin og finna serstøku og almennu samtyktina, sum eru galdandi á tínum stykki.
Minst til, at byrður eisini kunnu vera tinglisnar á ognini, og at tílíkar byrður kunnu seta strangari avmarkingar fyri, hvussu tú kanst byggja. Fyri at fáa yvirlit yvir byrður, eigaraviðurskifti og annað á stykkinum, kanst leita ella rita inn í talgildu tinglýsingarskipanini hjá Umhvørvisstovuni. Á síðuni hjá tinglýsingarskipanini finnur tú eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í skipanina. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing«, sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.
Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)
Ivast tú í, um tíni hús eru friðað, kanst tú síggja eitt yvirlit yvir friðaðar bygningar her:
Yvirlit yvir friðaðar bygningar (tjodsavnid.fo)
Skalt tú byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging.
Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varðar av. Byggilinjur kunnu eisini finnast í skeytinum ella vera skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg. Í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.
Harumframt kann títt grundstykki vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Til dømis, tá talan er um:
- Bygging uttangarðs
- Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
- Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðarlundum, Føroya viðarlundanevnd hevur um hendi
- Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn ein hektar
- Bygging minni 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum
Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu.
Løgtingslóg um náttúrufriðing (logir.fo)
Tíni hús kunnu vera varðveitingarverd, hóast tey ikki eru friðað. Tú kanst kanna, um tíni hús hava eitt varðveitingarvirði við at skriva bústaðin og húsanummarið í leititeigin á kortinum niðanfyri.
Tú kanst kunna teg nærri um varðveitingarvirðini á síðu okkara "Varðveitingarverd hús".
Tú kanst eisini lesa um varðveitingarverdu økini í Tórshavnar kommunu í Tórshavnar býaratlasi.
Ivast tú í, um tín ogn hevur eitt varðveitingarvirði, ella hvat eitt varðveitingarvirði merkir, kanst tú seta teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar Kommunu.
Á síðu okkara um býarmenning finnur tú eitt yvirlit yvir allar byggisamtyktirnar í Tórshavnar kommunu. Her kanst tú eisini kunna teg um, hvat ein byggisamtykt er, og hvussu byggisamtyktir verða gjørdar og samtyktar.