Eg vil gera garð – hvør er mín garðskylda?

Vilt tú gera garð, skalt tú fyrst og fremst kanna, um treytir fyri garðskyldu eru ásettar í skeytinum. Niðanfyri sært tú, hvørjar meginreglurnar eru, tá einki annað er tilskilað í skeytinum.

Tørvar tær eitt avrit av skeytinum, kanst tú útvega tær avrit í tinglýsingarskipanini hjá Tinglýsingini. Tinglýsingarskipanin hevur egna heimasíðu, og har finnur tú eina leiðbeining, ið greiðir frá, hvussu tú ritar inn í skipanina. Trýstir tú á spjaldrið »Vegleiðing«, sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.

Tinglýsingarskipanin (tinglysing.fo)



Garðskyldur og aðrar reglur
Full garðskylda

Móti almennum og kommunalum vegi, gøtum og frílendi er aloftast full garðskylda. Full garðskylda merkir, at tú einsamøll hevur skyldu til at girða.

Full garðskylda merkir eisini, at allur garðurin skal standa inni á tínari ogn; tað vil siga út til mark.

Girðingarlógin (logir.fo)

Felags garðskylda

Móti granna er felags garðskylda. Felags garðskylda merkir, at tú saman við tínum granna skalt finna útav, hvussu garðurin skal vera tykkara millum. Skal garðurin til dømis vera træverk, rimaverk, betonggarður, stakitt, planting ella einki.

Girðingarlógin (logir.fo)

Serligt fyri ídnaðarbygging, goymslupláss og tílíkt

Er talan um ídnaðarbygging, goymslupláss og tílíkt, kann byggivaldið krevja, at girðingin móti grannaognini verður sett nóg høgt. Hetta sambært almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.

Almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu

Eg vil grava í kommunalum øki

Tørvar tær at grava í ogn hjá kommununi, eitt nú í gongubreyt ella veg, skalt tú minnast til at boða kommununi frá frammanundan. Í mongum førum er neyðugt at søkja um graviloyvi fyri at grava í kommunalum øki.

Søk um graviloyvi

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15