Eg vil byggja uppí
Ætlar tú tær at byggja upp í húsini, noyðist tú at hava fleiri viðurskifti í huga. Viðurskiftini kunnu hava týdning fyri tína ætlan og tínar møguleikar.
Søk um loyvi til uppíbygging á Vanganum
Rita inn við Samleikanum. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Leita fram tekningar av tínum húsum. Hevur tú ikki tekningarnar, kanst tú møguliga útvega tær tekningarnar frá kommununi. Tú skalt senda tína umbøn til Snarskivuna umvegis teldupost á torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja bústaðin, sum umbønin snýr seg um, og hvat fyri tilfar, tær manglar.
Kunna teg um Bygningskunngerðina. Áðrenn tú fert í holt við at leggja tína byggiætlan er skilagott, at tú kunnar teg um galdandi byggireglugerðina.
Títt grannaøki er skipað sambært einari almennari byggisamtykt og møguliga einari serstakari byggisamtykt. Hesar samtyktir kunnu seta onnur mørk fyri tína bygging enn tær ásetingar, tú finnur í Bygningskunngerðini.
Almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtyktina, sum eru galdandi fyri títt grundstykki, finnur tú við at skriva tín bústað í leititeigin niðanfyri.
Í Bygningskunngerðini finnur tú útrokningarreglurnar, sum áseta, hvussu nógv tú kanst vænta tær at sleppa at byggja á tínum grundstykki. Kunna teg nærri um útrokningarreglurnar við at fylgja leinkjuni "útrokningarreglur" niðanfyri.
Kanna um tín ogn er friðað ella varðveitingarverd. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at vita, um tín bústaður hevur fingið ásett eitt varðveitingarvirði. Ivast tú, kanst tú seta teg í samband við Byggi- og býarskipanardeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Eru tíni hús friðað ella varðveitingarverd, eru tey fevnd av serligum reglum, ið kunnu hava týdning fyri tínar ætlanir. Tískil er umráðandi, at tú tosar við kommununa, hevur tú ætlanir um uppíbygging.
Tú kanst kanna, um húsini eru friðað ella varðveitingarverd við at skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri.
Ivast tú, kanst tú seta teg í samband við Byggi- og býarskipanardeildina við at ringja á tel. 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Tá tú skalt byggja í Tórshavnar kommunu, kann títt grundstykki vera fevnt av byggilinjum og friðingarlinjum, sum kunnu seta mørk fyri tína bygging.
Byggilinjur og friðingarlinjur eru ofta skjalfestar hjá fleiri ymiskum myndugleikum. Til dømis eru byggilinjur ofta ásettar í serstøku byggisamtyktunum, sum kommunan varðar av. Byggilinjur kunnu eisini finnast í skeytinum ella vera skrásettar sum tinglisnar byrður á ognini, sum Tinglýsingin á Umhvørvisstovuni umsitur. Talan kann eisini vera um frástøðulinjur til landsveg, og í tílíkum førum er Landsverk viðkomandi myndugleikin.
Harumframt kann títt grundstykki vera fevnt av lógarreglum, sum náttúrufriðingarmyndugleikarnir umsita. Til dømis tá talan er um:
- Bygging uttangarðs
- Bygging minni enn 100 metrar frá bakkatromini
- Bygging minni enn 300 metrar frá teimum viðarlundum, ið Føroya viðarlundanevnd hevur um hendi
- Bygging minni enn 300 metrar frá vøtnum, ið hava størri vídd enn ein hektar
- Bygging minni enn 300 metrar frá áum, ið eru meira enn fýra metrar breiðar í botninum
Tú kanst kunna teg nærri um reglurnar við at venda tær til Byggi- og umhvørvisdeildina í Tórshavnar kommunu.
Títt grundstykki kann vera fevnt av tinglisnum byrðum. Á summum grundstykkjum eru byrður galdandi, ið kunnu bera við sær aðrar og neyvari avmarkingar enn tær, sum byggisamtyktin og Bygningskunngerðin áseta. Til dømis kunnu byggilinjur, byggifelt og annað vera tinglisið og áseta, hvar tú kanst byggja á tínum stykki.
Avrit av skeyti og tinglisnum byrðum skal leggjast við umsóknini um byggiloyvi. Tú kanst sjálv útvega tær avrit í tinglýsingarskipanini hjá Tinglýsingini. Her finnur tú eisini eina vegleiðing til, hvussu tú ritar inn í tinglýsingarskipanina. Niðast undir »Vegleiðing« sært tú eisini, hvar tú skalt ringja, um tær tørvar hjálp.
Áðrenn tú fert í gongd við byggiætlanina, kanst tú sum eigari ella umboð fyri eigaran fáa eina innleiðandi samrøðu við kommunala byggimyndugleikan.
Í innleiðandi samrøðuni greiða vit karmarnar fyri verkætlanina og gera millum annað avtalur um tíðarætlanir.
Sum eigari er tað tín ábyrgd at syrgja fyri, at byggingin fer fram í samsvari við Bygningskunngerðina, byggisamtyktina og aðrar reglum, sum eru galdandi, og sum títt stykki er fevnt av. Vit mæla tí til, at tú finnur tær ein skikkaðan byggiráðgeva.
Tosa við grannarnar um tína ætlan. Hetta styrkir grannalagið og fyribyrgir ósemjur seinni í verkætlanini. Minst til, at títt byggivirksemi ávirkar grannalagið; bæði meðan tú byggir, og tá byggingin er av.
Tú skalt serliga minnast til, at markini móti grannaøkjum skulu virðast. Tað er hvørki loyvt at fylla inn á grannastykkið ella grava so nær, at tað kann leypa úr grannastykkinum. Sostatt er bara loyvt at arbeiða út til mark. Fert tú av onkrari orsøk inn á grannastykkið, skalt tú boða viðkomandi frá sum skjótast.
Hevur tú fyri neyðini at koma grannaognini so nær, at hon verður ávirkað, er skilabest, at tú tosar við grannan frammanundan.
Loyva vit fráviki í mun til ásetingarnar í Bygningskunngerðini ella byggisamtyktini, senda vit grannunum eitt skrivligt hoyringsskriv, soleiðis at tínir grannar hava møguleika fyri at gera viðmerkingar til frávikið. Grannar skulu hava høvi til at kanna umsóknina í tvær vikur frá tí degi, teir hava fingið skrivligu boðini.
Hevur ein byggiverkætlan serliga neiliga ávirkan á grannalagið, kunnu vit sum kommunalur byggimyndugleiki gera av, at málið skal til grannahoyring, áðrenn vit taka støðu til málið. Eisini hóast eingi frávik eru í mun til kunngerðina og samtyktirnar.
Á síðuni "granni at bygging" kanst tú kunna teg nærri um hoyringar í sambandi við órógv ella ampa av bygging hjá øðrum.
Tín umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum skal gerast, og allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina, skulu leggjast við umsóknini. Tekningar skulu vera mátfastar og støddarlutføllini tilskilast, soleiðis at vit sum byggimyndugleiki lættliga kunnu meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.
Byggi- og umhvørvisdeildin ger av, hvat krevst fyri at fáa byggiloyvi. Set teg í samband við Byggi- og umhvørvisdeildina fyri at fáa at vita hvørji skjøl, tekningar og útrokningar, vit krevja í tínum føri.
Í samband við umbygging skulu tekningarnar lýsa verandi og komandi støðu. Í umsóknini um byggiloyvi skalt tú somuleiðis upplýsa okkum um verandi og komandi nýtslu.
Kanna um húsini eru friðað, varðveitingarverd, ella um serstaka byggisamtyktin setur mørk fyri, hvussu húsini kunnu broytast.
Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin niðanfyri fyri at finna galdandi byggisamtyktina og varðveitingarvirðið á tínum húsum.
Er talan um eina stóra uppíbygging, kann ein umsókn um at byggja upp í húsini innihalda tað sama sum ein umsókn um at byggja eini nýggj hús. Í Bygningskunngerðini kap. 7.3 um orku, eru serligar reglur í sambandi við uppíbygging. Vend tær til Byggi- og umhvørvisdeildina fyri at fáa meira at vita um hetta.
Tú kanst kunna teg nærri um krøvini í okkara faldara "Sethúsabygging", í kap. 1 § 3 í Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu og í Bygningskunngerðini, kap. 1.3.1.
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú fylla út umsókn á heimasíðuni og senda hana til torshavn@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni, á Vaglinum 11, í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um uppíbygging« í evnisteigin.
Gert tú broytingar í verkætlan, eftir at byggiloyvið er útskrivað, skalt tú boða kommunala byggimyndugleikanum frá. Er talan um munandi broytingar, krevur hetta, at verkætlanartilfarið verður dagført og møguligt nýtt byggiloyvi útskrivað. Kommunali byggimyndugleikin tekur støðu til, um byggiloyvið framhaldandi er galdandi, um okkum tørvar fleiri upplýsingar, ella um tú noyðist at søkja av nýggjum.
Grevur tú í veg, gongubreyt ella annað kommunalt øki, tørvar tær serstakt loyvi.
Minst til at taka atlit at grannunum, meðan byggingin fer fram. Syrg fyri framhaldandi at kunna tínar grannar, so teir kenna tínar byggiætlanir og vita, hvat gongur fyri seg á byggiplássinum. Hugsa um, hvat tú kanst gera fyri, at títt byggivirksemi verður til so lítlan ampa sum gjørligt.
Um byggiætlanin broytist, so tað ávirkar grannalagið, til dømis við at leingja munandi um byggitíðina, er skilabest eisini at kunna grannarnar um broytingina.
Tá byggiarbeiðið er liðugt, skalt tú boða Byggi- og umhvørvisdeildini frá í góðari tíð. Tað gert tú við at senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Tá tú hevur sent okkum tína fráboðan, sýnir Byggi- og umhvørvisdeildin húsini, soleiðis at ein byggiváttan kann útskrivast. Byggiváttanin er eitt skjal, sum prógvar, at húsini eru bygd sambært ásetingunum í byggiloyvinum.
Bygningurin má ikki takast í nýtslu, fyrr enn ein byggiváttan fyriliggur. Í byggiloyvinum sæst, um byggiváttan krevst.