Soleiðis skilir tú títt burturkast

Tað er týdningarmikið fyri umhvørvið, at tú avhendar burturkastið til rætta stað, og at tú hevur skilt burturkastið væl frammanundan. 

Tú hevur fleiri ymiskar mátar at sleppa av við títt burturkast. Hvør máti er bestur, veldst um slagið og nøgdina av burturkasti. Tú kanst altíð vitja Endurnýtsluna, men tú sleppur eisini av við papp og elektronikk við at nýta innsavningarskipanina heima við hús.

Í yvirlitunum niðanfyri sært tú, hvussu tú skilir títt burturkast heima, og hvussu tú finnur røttu bingjurnar á móttøkuplássunum.



Soleiðis skilir tú burturkast heima
Húsarhaldsburturkast til ruskinnsavningina

Húsarhaldsburturkast er burturkast frá vanligum húsarhaldum. Hetta fevnir um:

  • Restburturkast, sum fer í gráa ruskposan
  • Papp og pappír, sum fer í grøna ílatið
  • Vandamikið burturkast og smáur elektronikkur, sum fer í kláran posa

Ert tú meldað til ruskinnsavningina, sleppur tú av við køksburturkast og annað smátt burturkast, sum kann brennast. Kortini mugu hesi sløgini av burturkasti ikki enda í gráa posanum:

  • Spískir og hvassir lutir
  • Lágorkuperur
  • Glóðir og heit øska
  • Mold, steinar, grús og sandur
  • Byggiburturkast, kloakkevja, olja ella evnindi og flótandi burturkast av øllum slagi

Ruskinnsavningin

Restburturkast

Restburturkast er burturkast, sum vit framvegis ikki hava møguleika at endurvinna, og sum tískil verður koyrt til brenningar, har orkan verður gagnnýtt til framleiðslu av fjarhita. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir, hvat kanna fara í restburturkast, og hvat ikki má fara í restburturkast.

JA TAKK

  • Mjólka- og djúspakkar
  • Pitsabakkar
  • Dálkað (við matleivdum og olju) og vátt papp og pappír
  • Plastíløt
  • Einnýtisklútar og blæur

NEI TAKK:

  • Vandamikið burturkast (t.d. ljósperur og battarí)
  • Elektronikkur
  • Papp og pappír
Papp og pappír

Papp og pappír er virðismikið og skal tí IKKI beinast burtur saman við restburturkastinum. Papp og pappír verður innsavnað og flutt í skiljihøllina hjá IRF í Leirvík, har tað verður skilt og sent av landinum til endurvinningar.

Tú kanst koyra pappír og papp í grøna ílatið, sum vit heinta sættu hvørja viku. Bæði pappír og papp skal vera reint og turt. Tú kanst eisini burturbeina papp og pappír á Endurnýtsluni.

Tú sært í Grøna Kalendaranum, nær vit tøma grøna ílatið í tínum grannalagi.

Grøni kalendarin 


Her sært tú, hvat slag av pappi og pappíri vit taka móti:

JA TAKK:

  • Reint og turt papp og pappír
  • Tíðarrit, vikubløð, lýsingabløð, avísir og bjálvar
  • Bøkur
  • Bylgjupapp og pappeskjur
  • Papprør frá vesi- og køksrullum
  • Pappeskjur frá tannkremi, kornfleks, luktilsi og tílíkum
  • Havragrýnsposar, mjølpappírsposar og tílíkt
  • Gávupappír

NEI TAKK:

  • Dálkað (við matleivdum og olju) og vátt papp og pappír
  • Mjólka- og djúspakkar
  • Eggjabakkar
  • Pitsabakkar
  • Flamingo
  • Plastposar
Vandamikið burturkast og smáur elektronikkur

Vandamikið burturkast og smáur elektronikkur kann innihalda umhvørvisskaðilig evni, og tí er strangliga bannað at koyra slíkt í gráa ruskposan.

Vandamikið burturkast er til dømis máling, træverja, týningarevni, taðingarevni, loysingarevni, olja, viðlíkahaldsevni til bát og bil, reingerðarevni, frostløgur, battaríir og annað.

Hesi sløgini av burturkasti kanst tú avhenda til endurnýtslurnar ókeypis. Er talan um størri nøgdir, tað vil siga meira enn 200 kg árliga, skalt tú boða kommununi frá. Í tílíkum førum er talan aloftast um vinnufyritøku.

JA TAKK:

  • Battarí
  • Ljósperur
  • Insekt- og plantueitur
  • Vøra við vandafrámerki
  • Fartelefonir, løðarar, myndatól og tílíkt

NEI TAKK:

  • Sproytinálir
  • Stóran elektronikk
Battarí og smáir elektronikklutir

Battarí og størri elektronikklutir, til dømis skíggjar, teldur, prentarar, sjónvørp, kunnu latast Endurnýtsluni.

Hevur tú egið ruskílat, kanst tú eisini sleppa av við battarí og smærri elektronikklutir, til dømis fartelefonir, fjarstýringar, GPS og transistorar. Hetta kanst tú koyra í klára posan til vandamikið burturkast, sum tú hevur fingið frá kommununi. So heinta vit posan saman við gráa posanum.

Minst til at leggja battaríini í ein lítlan kláran posa fyri seg, so battaríini ikki nerta við elektronikkin. Posin til vandamikið burturkast skal ikki fyllast meira enn so, at vit kunnu binda fyri posan.

Tú kanst eisini lata brúkt battarí inn í ymiskum handlum.

Glas

Tú kanst lata glas inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Glas er býtt sundur í tveir burturkastbólkar:

  • glasfløskur
  • glasíløt

Sum ein nýggjur liður í umskipanini av Endurnýtsluni, verða royndir gjørdar at endurvinna glas. Fyri at hetta skal eydnast, er tað sera umráðandi, at glasið, sum tú letur inn, er tømt fyri matleivdum og skolað reint. Glasið verður útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

Niðanfyri sært tú, hvørji sløg av glasfløskum og glasíløtum vit taka ímóti á Endurnýtsluni:

glasfløskur

JA TAKK:

  • Vínfløskur
  • Ølfløskur
  • Sodavatnsfløskur
  • Brennivínsfløskur

NEI TAKK:

  • Postalín og leirvørur (til dømis tallerkar, koppar og kannur)
  • Hert glas (til dømis glasføt og tílíkt)
  • Speglar


Glasíløt

JA TAKK:

  • Súltutoysgløs
  • Gløs til niðursjóðaðan mat
  • Saft- og oljufløskur

NEI TAKK:

  • Metallok
  • Postalín og leirvørur (til dømis tallerkar, koppar og kannur)
  • Hert glas (til dømis glasføt og tílíkt)
  • Speglar
Urtagarðsburturkast

Tú kanst lata urtagarðsburturkast ókeypis inn á Endurnýtsluni. Er garðaskøra uppií urtagarðsburturkastinum, skalt tú minnast til at beina burturkastið í "burturkast at brenna". Soleiðis kunnu vit fyribyrgja, at skøran spjaðir seg.

Mold í lítlum nøgdum kann latast Endurnýtsluni á Hjalla. Har verður urtagarðsburturkast burturbeint. Mold í stórum nøgdum er hinvegin vinnuburturkast og eigur at fara beinleiðis í moldgoymsluna í Húsahaga.

Prísskrá fyri burturkast 

Jarn og metal

Jarn og metal kanst tú lata inn á Endurnýtsluni. Har er ein bingja til jarn og metal.

Endurnýtslan letur tær pening fyri gamalt jarn og onnur sløg av metallum, til dømis kopar og aluminium. Ruskjarn skal kortini viga í minsta lagi 200 kg fyri at tú kanst fáa pening afturfyri. Aluminum og kopar kunnu viga minni. Hetta skal vigast á plattavekt.

Vitja endurnýtsluna

Máling

Málingaleivdir kunnu latast inn á Endurnýtsluni. Er talan um lítlar dósir og nøgdir, kanst tú eisini brúka posan til vandamikið burturkast.

Yvirlit yvir endurnýtsluplássið á Hjalla - hvat skal hvar?

Heilivágur

Heilivágur er vandamikið burturkast, sum altíð skal latast inn á apotekinum. Hetta fevnir eisini um kyksilvursfepurstokkar, holnálir og annað.

Stórt burturkast

Stórt ella rúgvusmikið burturkast kanst tú lata inn á Endurnýtsluni.

Er talan um innbúgv og annað, sum er ov gott at tveita burtur, kanst tú lata tað til Dugna, sum hevur eina bingju standandi á Endurnýtsluni. Bingjan hjá Dugna er opin mikudagar og leygardagar frá kl. 13 – 17.

Soleiðis letur tú burturkast inn til Endurnýtslurnar
Yvirlit yvir Endurnýtsluna á Hjalla

Á myndini niðanfyri sært tú, hvussu móttøkuplássið á Hjalla er skipað, og hvussu frægast er at pakka bilin, áðrenn tú fert á Endurnýtsluna við burturkastinum. 

Metal

Tú kanst lata metal inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Tá tú letur metal inn til endurnýtslurnar, verður tað skilt og útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

JA TAKK:

  • Kopar
  • Zink
  • Messing
  • Blýggj

NEI TAKK:

  • Aluminium
  • Jarn
Smátt metal

Smátt metal kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Smátt metal verður útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

JA TAKK:

  • Dósir (til dømis frá dósamati)
  • Øl- og sodavatnsdósir
  • Metallok frá glasíløtum við niðursjóðaðum mati
  • Stanniol
  • Bestikk, saksar og køksknívar, eisini við skaftum av plast ella træ
  • Pannur, grýtur og lok úr metali
  • Foliubakkar
  • Haldarar til fýrfatsljós og metalhaldarar

NEI TAKK:

  • Spreydósir
  • Elektronikkur
Jarn

Jarn kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Stórar nøgdir av jarni kanst tú lata inn á Jarnmóttøkuplássinum omanfyri Brennistøðina á Hjalla. Jarn verður útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

JA TAKK:

  • Súkklur
  • Barnavognar
  • Komfýrar og vaskimaskinur
  • Billutir

NEI TAKK:

  • Metal
  • Aluminium
  • Káplar
Aluminium

Aluminium kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla. Við bingjuna til aluminium á Endurnýtsluni á Hjalla hongur ein magnetur, sum tú kanst brúka til at kanna, um talan er um aluminium ella annað metal. Aluminium er ikki magnetiskt.

Aluminium verður útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

JA TAKK:

  • Aluminiumstakplátur

NEI TAKK:

  • Jarn
  • Metal
Papp

Papp kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Papp verður flutt í skiljihøllina hjá IRF í Leirvík, har tað verður skilt og sent av landinum til endurvinning.

JA TAKK:

  • Reint og turt papp
  • Bylgjupapp og pappeskjur
  • Papprør frá vesi- og køksrullum
  • Pappeskjur frá tannkremi, maisflykrum og luktilsi

NEI TAKK:

  • Dálkað (við olju og matleivdum) og vátt papp
  • Plastposar
  • Pitsabakkar
  • Flamingo
  • Mjólkapakkar
  • Eggjabakkar
Pappír

Tú kanst lata pappír inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Pappír verður flutt í skiljihøllina hjá IRF í Leirvík, har tað verður skilt og sent av landinum til endurvinningar.

JA TAKK:

  • Reint og turt pappír
  • Tíðarrit, vikubløð, lýsingabløð og avísir
  • Brøv og bjálvar
  • Bøkur
  • Gávupappír
  • Havragrýnsposar, mjølposar og tílíkt

NEI TAKK:

  • Dálkað (við olju og matleivdum) og vátt pappír
  • Plastposar
  • Papp
  • Mjólkapakkar

Glas

Tú kanst lata glas inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Glas er býtt sundur í tveir burturkastbólkar:

  • glasfløskur
  • glasíløt

Sum ein nýggjur liður í umskipanini av Endurnýtsluni, verða royndir gjørdar at endurvinna glas. Fyri at hetta skal eydnast, er tað sera umráðandi, at glasið, sum tú letur inn, er tømt fyri matleivdum og skolað reint. Glasið verður útflutt til góðkendar móttakarar at viðgera og endurvinna.

Niðanfyri sært tú, hvørji sløg av glasfløskum og glasíløtum vit taka ímóti:

 

glasfløskur

JA TAKK:

  • Vínfløskur
  • Ølfløskur
  • Sodavatnsfløskur
  • Brennivínsfløskur

NEI TAKK:

  • Postalín og leirvørur (til dømis tallerkar, koppar og kannur)
  • Hert glas (til dømis glasføt og tílíkt)
  • Speglar

 

Glasíløt

JA TAKK:

  • Súltutoysgløs
  • Gløs til niðursjóðaðan mat
  • Saft- og oljufløskur

NEI TAKK:

  • Metallok
  • Postalín og leirvørur (til dømis tallerkar, koppar og kannur)
  • Hert glas (til dømis glasføt og tílíkt)
  • Speglar
Elektronikkur

Tú kanst lata elektronikk inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Elektronikkurin verður skiltur sundur soleiðis, at virðismiklir partar og evnir (kopar, gull, tin, aluminium og jarn) kunnu endurvinnast. Tá elektronikkurin er skiltur sundur, verður tilfarið sent til góðkendar útlendskar móttakarar, sum viðgera og endurvinna tilfarið.

JA TAKK:

  • Sjónvørp
  • Farteldur
  • Útvarpstól
  • Elektrisk tól og amboð
  • Støvsúgvarar
  • Káplar og leidningar frá elektronikki
Vandamikið burturkast

Vandamikið burturkast kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Vandamikla burturkastið verður skilt á Endurnýtsluni og útflutt til góðkendar móttakarar, har tað verður viðgjørt og endurvunnið, brent ella tyrvt.

Vandamikið burturkast skal helst vera í sínum upprunaliga ílati. Er tað ikki tað, skalt tú minnast til at frámerkja tað væl.

JA TAKK:

  • Battarí
  • Ljósperur og ljósrør
  • Máling
  • Spreydósir
  • Spillolja
  • Køli- og bremsiveska
  • Fýrverk
  • Evnavørur (kemikalium)
Køli- og frystiskáp

Køli og frystiskáp kunnu latast inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Tá tú letur tey inn, verða tey útflutt til góðkendar móttakarar til viðgerðar og endurvinningar. Viðgerðin umfatar millum annað tøming av vandamiklum gassum.

Køli- og frystiskáp eru serskild, tí tey innihalda freon ella freonkend evni, harumframt tungmálm, jarn og annað metal. Freon dálkar sera illa og ger millum annað skaða á osonlagið.

Minst til at tøma køli- og frystiskápið, áðrenn tú letur tað inn til endurnýtsluplássini.

JA TAKK:

  • Køliskáp
  • Frystiskáp og frystiboksir

NEI TAKK:

  • Aðrar hvítvørur
Greinar

Greinar kunnu latast inn til Endurnýtsluna. Greinar verða knústar til stroyggj ella lagdar út í hagan. Øll trø og greinar úr til dømis urtagørðum kunnu nýtast. Ein treyt er tó, at tilfarið ikki er molddálkað, og at plastposar ikki verða lagdir í bingjuna.

Minst til at plastposar ikki skulu við.

JA TAKK:

  • Greinar

NEI TAKK:

  • Plastposar
  • Gras
  • Mold
Gras

Gras kanst tú lata inn til Endurnýtsluna, sum leggur tað út á moldplássið í Húsahaga.

Er skøra uppí urtagarðsburturkastinum, SKAL hetta koyrast til restburturkast at brenna, hetta er fyri at fyribyrgja at skøran spjaðir seg.

Í staðin fyri at lata urtagarðsburturkast inn til Endurnýtsluna, ber til at koyra tað í sankutøðkassan við hús. Soleiðis kanst tú vera við til at minka um flutning av burturkasti.

Minst til at plastposar ikki skulu við.

JA TAKK:

  • Gras
  • Mold
  • Bløð

NEI TAKK:

  • Plastposar
  • Greinar
Timbur

Timbur og trælutir kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla og í Kollafirði. Timbur verður koyrt til brenningar, har orkan frá brenningini verður nýtt til framleiðslu av fjarhita.

Minst til at timbur skal vera minni enn 1,5 metur ella í mesta lagi 1 x 1 metur.

JA TAKK:

  • Viður minni enn 1,5 metur
  • Viður í mesta lagi 1 x 1 metur
  • Vindeygu við trærammu
  • Rotviðgjørdur viður

NEI TAKK:

  • Stórur viður
Dekk

Tú kanst lata dekk inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Dekk eru eru býtt upp í tveir burturkastbólkar:

  • dekk
  • dekk við felgum
Tað er sera umráðandi, at tú beinir dekkini í rætta burturkastbólkin. Orsøkin er, at áðrenn dekkini kunnu karvast sundur og koyrast til brenningar, skulu felgurnar skiljast frá dekkunum.
Restburturkast

Restburturkast kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla, í Nólsoy og í Kollafirði. Burturkastið verður koyrt til brenningar, tí tað ikki kann endurvinnast. Orkan frá brenningini verður tó nýtt til framleiðslu av fjarhita.

JA TAKK:

  • Húsarhaldsburturkast
  • Flamingo
  • Madrassur
  • Plastik
  • Dálkað og vátt papp og pappír
  • Pitsabakkar
  • Kipsposar og kaffiposar
  • Mjólka- og djúspakkar
  • Blæur
  • Einnýtistklútar

NEI TAKK:

  • Vandamikið burturkast
  • Elektronikkur
  • Papp og pappír
  • Glasíløt og fløskur
  • Jarn og metal
  • Battarí
  • Ljósperur
Lívrunnið burturkast (eftir árstíð)

Lívrunnið burturkast kanst tú lata inn til Endurnýtsluna á Hjalla. Hesin burturkastbólkur er tó bara frammi ávís tíðarskeið. 

Tað er umráðandi, at lívrunna burturkastið er í afturlatnum posum, hetta fyri at sleppa undan lukti.

Lívrunnið burturkast verður koyrt til brenningar, tí tað ikki kann endurvinnast. Orkan frá brenningini verður tó nýtt til framleiðslu av fjarhita.

Minst til at tøma vemburnar væl, tí tað er sera dálkandi at brenna fullar vembur.

Burturbeinir tú størri djór, so sum neyt, ross, seyð og tílíkt, skulu djórini vera sundurlimað og ikki viga meira enn 20 kg, áðrenn tey verða latin inn á Brennistøðina á Hjalla.

JA TAKK:

  • Leivdir av seyði, fugli, fiski og tílíkum

NEI TAKK:

  • Restburturkast
Ov gott at koyra burtur - bingjan hjá Dugna

Hevur tú gamlan húsbúnað, lampur ella annað innbúgv, sum tú vilt sleppa av við, men sum er ov gott at tveita burtur, kanst tú lata hetta í bingjuna hjá Dugna á Endurnýtsluni á Hjalla. Við hesum stuðlar tú arbeiðinum hjá Dugna, tú hugsar um umhvørvið og minkar um dálking. Dugni eftirkannar og vaskar allar lutir, áðrenn teir fara út í handilin.

Peningurin frá søluni í Tinghúsinum hjá Dugna fer til at førleikamenna vinnutarnaðar borgarar.

Bingjan hjá Dugna er opin hesar tíðir:

Mikudag kl. 8-17
Leygardag kl. 10-17

Heimasíðan hjá Dugna (dugni.fo) 

Tinghúsið á Facebook (verður umsitið av Dugna)

Kommunala Brennistøðin
Kommunala Brennistøðin

Á Hjalla 5
188 Hoyvík

torshavn@torshavn.fo 

Tel. 30 20 40

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-17
Fríggjadag10-17
Leygardag10-17