Er ruskposin ikki heintaður?
Er tín ruskposi ikki heintaður, ella hevur tú aðrar trupulleikar við ruskinnsavningini, kanst tú venda tær til IR Lastbilar, sum hevur ruskinnsavningina í Tórshavnar kommunu um hendi.
Ring til IR Lastbilar á tel. 30 20 15 ella 77 11 50 ella skriva til rusk@torshavn.fo.
Vilt tú vita, nær vit tøma ruskposan, kanst tú finna útav tí við at tøppa tín bústað og títt húsanummar inn í leititeigin niðanfyri, ella tú kanst finna títt øki á kortinum niðanfyri og trýsta á tað. Her sært tú eisini nummarið á ruskbilinum, so tað er lættari hjá ruskinnsavningini at greiða tær frá, hvar bilurin er, og hví ruskposin ikki er heintaður. Finn títt øki á kortinum og trýst á tað. Trýst síðani á pílin, so fært tú at vita, hvør bilur røkir títt øki.
Vilt tú klaga?
Vilt tú klaga um ruskinnsavningina, kanst tú senda ein teldupost til rusk@torshavn.fo. Tín teldupostur fer tá til leiðaran á Kommunalu Brennistøðini, sum sendir klaguna víðari til IR Lastbilar.
Minst til at skriva »Klaga um ruskinnsavningina« í evnisteigin. Minst eisini til at greiða væl frá trupulleikanum og at upplýsa títt navn og tín bústað í teldupostinum.
Kunna teg nærri um mannagongdirnar og treytirnar fyri ruskinnsavningina her: