Tórshavnar býráð hevur sett 1.000.000 krónur av til at stuðla filmsframleiðslu í Tórshavnar kommunu.
Umsóknarfreistin er 24. januar 2025.
Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er mikudagin 22. januar 2025 klokkan 12. Les meira og søk á síðu okkara um hýruvognsloyvi.
Talan er um vinnustykkir, ið liggja í B4 øki í 3. Grundumráði í almennu byggisamtyktini, og sum eru ætlað til vinnuvirki, verksmiðjur og tílíkt. Støddin á stykkjunum er frá 2.008 til 4.852 fermetrar. Nærri kunning sæst her:
Er saltkassin í grannalagnum tómur, kanst tú preia kommunalu vegadeildina, so fylla vit kassan upp aftur. Les meira um kavarudding, saltkassar og tínar skyldur á síðu okkara um kavarudding.
Skipar tú fyri tiltaki, ella vilt tú vita, hvørji tiltøk eru á skrá? Tímin.fo gevur tær yvirlitið yvir øll tey spennandi tiltøkini í kommununi.
Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman á Vaglið hósdagin 16. januar frá klokkan 8 til 17 í sambandi við, at jólasmátturnar verða tiknar niður.
Í sambandi við arbeiðið við vegamótið Bakkahella og Rektaragøtu, verður eingin gjøgnumkoyring fyri ferðslu frá Bringsnagøtu út til Reyngøtu týsdagin 14. januar frá klokkan 14.30 til 16.00.
Á býráðsfundi í gjár vórðu limir og tiltakslimir til føstu nevndirnar valdir.
Talan var um eyka býráðsfund, og á skrá var val av limum og tiltakslimum til føstu nevndirnar, eins og av limum til aðrar nevndir.
Týsdagin 12. november 2024 er kommunuval, skúlastýrisval og val til staðbundnar nevndir. Her er alt, tær tørvar at vita um brævatkvøður, valstøð, valdagin og mannagongdir í sambandi við valið.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. november 2024 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hest.