Lurta

Kort yvir kommununa

Her sært tú eitt yvirlit yvir mest brúktu kortini á heimasíðuni. Her sært tú eisini høvuðskortið hjá Tórshavnar kommunu.

Høvuðskort hjá Tórshavnar kommunu



Kort
Sí leiðir og steðgipláss hjá Bussleiðini

Á kortinum niðanfyri sært tú allar leiðirnar og steðgiplássini hjá Bussleiðini. Vel leið høgrumegin á kortinum.

Sí kort í fullari stødd

Sí veg- og grevstrararbeiði í kommununi

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvørji veg- og grevstrararbeiði eru í gongd í kommununi. Tú sært eisini, tá ið ferðsluavmarkingar eru.


Vís kort í fullari stødd

Kanna nær vit tøma ruskposan heima hjá tær

Á kortinum niðanfyri sært tú, nær vit tøma tín ruskposa. Tøppa tín bústað inn í leititeigin á kortinum og trýst á frámerkta økið, so sært tú, hvønn dag vit tøma posan. Her sært tú eisini nummarið á ruskbilinum, sum hevur ábyrgdina av innsavningini í tínum øki.


Vís kort í fullari stødd

Finn endurnýtslur og bingjupláss

Ivast tú í, hvar endurnýtsluplássini og bingjuplássini eru í kommununi, finnur tú tey á hesum kortinum:

Vís kort í fullari stødd

Sí allar dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar dagstovnarnir eru í kommununi. Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin fyri at finna nærindis dagstovnar.

Trýst á einstaka dagstovnin og síðan á leinkið »Heimasíða«, so kanst tú lesa meira um stovnin.

Vís kort í fullari stødd

Finn eldrabúpláss í kommununi

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar røktarheimini og eldrasambýlini í kommununi eru.

Røktarheim eru víst við bláum og eldrasambýli við reyðum frámerki. Tey røktarheim og eldrasambýli, sum eisini bjóða búpláss til borgarar við demenssjúku, eru frámerkt við »D«.

Vís kort í fullari stødd

Sí vøllir og ítróttaøki

Her sært tú yvirlit yvir uttanduravøllir og ítróttaøki í kommununi:

Vís kort í fullari stødd

Finn skúlarnar í kommununi

Ert tú tilflytari og hevur tú børn, sum ganga í skúla, kanst tú leita eftir skúlunum í Tórshavnar kommunu á kortinum niðanfyri.

Vís kort í fullari stødd

Sí ítrótta- og fimleikahallirnar í kommununi

Á kortinum niðanfyri sært tú yvirlit yvir allar ítróttahallirnar og fimleikahallirnar í kommununi:


Vís kort í fullari stødd

Skíðbreytir

Á kortinum niðanfyri sært tú skíðleiðirnar á Sornfellinum. Tú sært eisini, hvar skíðalyftan er.


Vís kort í fullari stødd

Fá yvirlit yvir gøtur og súkklubreytir í kommununi

Her sært tú yvirlit yvir gøtur og súkklubreytir í Tórshavnar kommunu:


Vís kort í fullari stødd

Talgildir kirkjugarðar

Við at trýsta á leinkið niðanfyri kanst tú velja kirkjugarðin í høgra bredda og skriva navnið á viðkomandi persóni, sum tú leitar eftir.

Talgildir kirkjugarðar

Kringsýnismyndir

Her kanst tú síggja kringsýnismyndir av ymiskum økjum og landsløgum í Tórshavnar kommunu.

Vís kort í fullari stødd

Parkeringsøki

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar parkeringsplássini í kommununi eru. Trýstir tú á parkeringsøkini, so sært tú, hvørjar tíðaravmarkingarnar eru á staðnum.

Vís kort í fullari stødd

Kloakk, vatn og matriklar

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvussu tín matrikkul er avmarkaður. Skriva tín matrikkul ella bústað í leititeigin á kortinum.

Vís kort í fullari stødd

Staðarnøvn í Tórshavnar kommunu

Á kortinum niðanfyri sært tú ymisk staðarnøvn í kommununi. Gev tó gætur, at skrásetingin av staðarnøvnum er ikki liðug enn.

Vís kort í fullari stødd

Sí kort av dálkaðum drekkivatni í Tórshavnar kommunu

Tá ið drekkivatnið er dálkað í kommununi, sært tú á kortinum niðanfyri, hvar dálkingin er. Tú sært eisini, tá ið vatnið er reint aftur í seinast dálkaða økinum.


Vís kort í fullari stødd