Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 26. mars 2024
Suðurstreymoyar Kirkjubók løgd fram

Nógv fólk vóru møtt í Finsen, har Suðurstreymoyar Kirkjubók seinnapartin varð løgd fram. Hetta er níggjunda og seinasta bókin í verkætlanini at geva út allar tær varðveittu kirkjubøkurnar. 

Tíðindi - 25. mars 2024
Endurnýtslan stongd á páskum

Endurnýtslurnar á Hjalla, í Kollafirði og í Nólsoy eru stongdar skírisdag, langafríggjadag, páskaaftan, páskadag og 2. páskadag. Endurnýtslurnar lata upp aftur sum vanligt týsdagin 2. apríl.

Tíðindi - 25. mars 2024
Broyttar parkeringstíðir á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi

Broyting verður nú gjørd á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, soleiðis at frá mánadegnum 25. mars fara 18 básar at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18. Parkeringsøkið verður harafturat skipað við tveimum serskildum inn- og útkoyringum.

Tíðindi - 25. mars 2024
Freistin nærkast at søkja úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn

1.apríl er freistin at søkja stuðul úr grunninum Nuuk, Reykjavík, Tórshavn. Endamálið við grunninum er at styrkja samstarvið og fatanina millum politikarar og borgarar í Tórshavnar kommunu, Nuuk, og Reykjavík.

Umsøkjarar, ið fáa stuðul úr grunninum, skulu birta undir samstarvið millum býirnar.

Tíðindi - 24. mars 2024
Ástaðarfundur um skelting av spillivatnsútrenslum 27. mars kl. 10

Mikudagin 27. mars 2024 verður ástaðarfundur í sambandi við, at Tórshavnar kommuna er í ferð við at seta skeltir upp við høvuðsútrensl sambært spillivatnskunngerðini. Fundurin verður hildin við Føroya Sjósavn mikudagin 27. mars kl. 10. Eigarar, brúkarar ella onnur, ið hava rættindi til lunnindini í fjøruni, kunnu møta á staðnum.

Tíðindi - 24. mars 2024
Manningin á Westward Ho hátíðarhald í Müllers Pakkhúsi

Í gjárkvøldið hevði manningin og sluppstuðlarnir hjá Westward Ho eina hugnaløtu við døgurða í Müllers Pakkhúsi. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin. Á móttøkuni handaðu íslendsku Óðins Vinir eitt kort við yvirliti yvir øll føroysk skip, sum fórust undir Íslandi millum 1870 og 1993.

Tíðindi - 23. mars 2024
Tórshavn Boksing páskatiltak

Stuðuls- og páskatiltak hevur verið hjá Tórshavn Boksing í dag inn á Hjalla 12. Boksarar hava víst venjingar og sparringar. Í sambandi við dagin vitjaði borgarstjórin eisini inn á gólvið.

Tíðindi - 22. mars 2024
Katrin Justinussen heiðrað á URD

Katrin varð í dag heiðrað við silvurheiðursmerki Tórshavnar kommunu á hugnaløtu á URD, har hon hevur starvast síðan upplating – samanlagt hevur hon starvast hjá kommununi í meira enn 36 ár. 

Tíðindi - 22. mars 2024
Fýra starvsfólk starvsfólkadag á Fríðriksgarði

Tveir 30 ára starvsdagar. Tí Asbjørg Jacobsen og Aimi Lund Gjógvará hava arbeitt hjá Tórshavnar kommunu í meira enn 30 ár. Men hildnir vórðu eisini tveir 10 ára starvsdagar í dag hjá Hallu Andreasson og Silviu Láberg Mohr.

Tíðindi - 22. mars 2024
Býarbókasavnið 55 ár

Í 55 ár hevur Býarbókasavnið verið ein umráðandi partur av Tórshavnar kommunu. 1. apríl 1969 varð Býarbókasavnið sett á stovn, og síðani tá hevur savnið verið ein sera virkin partur av Havnini og Tórshavnar kommunu.