Lat aftur
Tema
Uppliv listina í Tórshavn
Lurta

Uppliv listina í Tórshavn

Í Tórshavnar kommunu hevur tú nógvar møguleikar fyri at uppliva list. Her finnur tú bæði málningar, installatiónir og høggmyndir eftir bæði yrkislistafólkum og áhugalistafólkum.

Listina hittir tú bæði á søvnunum, í mentanarhúsunum og úti í býarrúminum. Á hesari síðuni kanst tú lesa um nøkur av mætastu verkunum og síggja eitt úrval av mongu høggmyndunum í kommununi. Tú kanst eisini kunna teg um, hvar høggmyndirnar standa, hvar listaframsýningarnar oftast eru og hvørjar heimasíður eru verdar at fylgja.

Trýst á myndirnar niðanfyri fyri at lesa um summi av listaverkunum og listafólkunum.

Trýst á myndina

Høggmyndir og standmyndaveiða

Í Tórshavnar kommunu eru 43 uttandura høggmyndir. Trýst á myndirnar niðanfyri fyri at síggja nakrar av teimum. Aftaná kanst tú sjálv fara út og uppliva tær í býarrúminum. Á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn finnur tú eitt kort, sum vísir, hvar høggmyndirnar standa í býnum.

Tú kanst eisini fara á hugnaliga og mennandi standmyndaveiðu við børnunum. Í faldara okkara Standmyndaveiða – 6 túrar runt í Havnini, finnur tú bæði kort, fyrireikingarráð, frágreiðingar, myndir og stuttligar uppgávur til børnini. Les ella tak faldaran niður niðanfyri.   

Høggmyndir í Havn (visittorshavn.fo)

Standmyndaveiða – 6 túrar runt í Havnini

Søvn og framsýningar
Søvn og framsýningar

Her finnur tú listina

Í Havn eru fleiri kommunal og privat framsýningarhøli við bæði føstum og skiftandi framsýningum. 

Listasavn Føroya

Listasavn Føroya er tjóðlistasavn og liggur í Viðarlundini í Gundadali. Savnið hevur eina fasta framsýning av føroyskari list frá 1830-árunum til í dag og ein skála til skiftandi serframsýningar.

Framsýningin er sett saman av eldri og nýggjari verkum. Eitt av høvuðsverkunum á listasavninum er eitt rúm gjørt úr glasi, sum øll familjan kann fara inn í og fáa kensluna av at sveima á sjónum.

Í móttøkuni á Listasavninum er kafé og handil. Her eru eisini miðlaborð, har familjur við børnum kunnu hugna sær við at endurskapa standmyndirnar hjá listasavninum í mikro-stødd, endurtulka myndirnar hjá listasavninum í postkortum, tekna, leggja putlispøl og nógv annað. Tit nýtast ikki at keypa atgongumerki fyri at nýta kafé, handil og miðlaborð - tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.

Listasavn Føroya

Smiðjan í Lítluvík

Smiðjan í Lítluvík, sum Tórshavnar kommuna eigur, verður nýtt sum framsýningarhøli. Hundraðtals listafólk, bæði føroysk og útlendsk, hava víst síni listaverk fram her. Tað var Restorffs Handil, sum bygdi smiðjuna í 1870-árunum.

Kunna teg um framsýningar á heimasíðuni her og á síðuni What´s On.

What´s on (whatson.fo)

Norðurlandahúsið

Norðurlandahúsið hevur skiftandi listaframsýningar millum mangt annað mentanarligt virksemi. Tað kunnu bæði vera sýningar av málningalist, installatiónslist og viðhvørt eisini listaprát. Kunna teg um komandi tiltøkini á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum.

Norðurlandahúsið (nlh.fo)

Aulan í Finsen og Perlan í Tórsgøtu

Í Tórsgøtu eru tvey høli, har listaframsýningar eru viðhvørt. Hesi eru Aulan í Finsen og Perlan í Tórsgøtu. Tá ið listaframsýningar eru, sært tú tað á heimasíðuni Tórsgøta og á What´s On.

Tórsgøta (torsgota.fo)

What´s on (whatson.fo)

Steinprent

Á Skálatrøð í Havn finnur tú grafiska verkstaðin Steinprent. Her sært tú grafiska list frá nógvum ymiskum listafólkum, men her eru eisini skiftandi framsýningar av málningum, vatnlitamálningum, høggmyndum og øðrum. Framsýningarhølini og verkstaðurin liggja í gamla Østrømbygninginum.

Steinprent

List í kommununi

Finn listaverkini hjá kommununi

Í Ráðhúsinum og Móttøkuhúsinum hjá kommununi finnur tú fleiri framúr góð listaverk. Verkini sleppur tú at síggja tvinnar ferðir um árið, á mentanarnáttini og á ólavsøku, tá bæði húsini lata dyrnar upp fyri almenninginum.

Listaverkini í Ráðhúsinum og Móttøkuhúsinum eru 204 í tali. Hetta er tó bara ein lítil partur av savnindunum, sum Tórshavnar kommuna eigur. Kommunan eigur á leið 1800 listaverk, sum øll eru avmyndað og skrásett í einum dátugrunni. Á leið 270 listafólk eru umboðað í savninum.

Ein stóran part av listaverkunum sært tú úti á skúlunum, røktarheimunum, skrivstovunum og øðrum hølum hjá kommununi.

Framsýningarhøli
Framsýningarhøli

Leitar tú eftir framsýningarhølum? 

Í Tórshavnar kommunu eru fleiri høli, tú kanst leiga, og sum hóska væl til at vísa fram málningar, listahandverk, fotolist ella installatiónir.

Aulan í Finsen

Aulan er hugsað til listaframsýningar hjá yrkislistafólki. At vera yrkislistafólk merkir í hesum føri, at tú ert limur í einum felag fyri yrkislistafólk, ella at tú fært víst á royndir, ið samsvara við krøvini fyri limir í yrkislistafeløgum. Lýkur tú krøvini, kanst tú søkja um at sýna fram í hølunum í eitt tíðarskeið.

Aulan hóskar væl til framsýningar, og her er eisini útgerð til framsýningar, til dømis skilaveggir, sum kunnu setast upp og flytast í mun til sýningina.

Eftir ætlan verða 8-10 framsýningar um árið í Auluni. Tú kanst kunna teg nærri um treytirnar á heimasíðuni Tórsgøta.

Tórsgøta (torsgota.fo)


Smiðjan í lítluvík

Ætlar tú tær at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík, so kanst tú skriva teg upp á heimasíðuni hjá Tórsgøtu, sum umsitur Smiðjuna.

Á leinkinum niðanfyri kanst tú lesa nærri um, hvussu tú skrivar teg upp til at leiga Smiðjuna, hvussu nógv tað kostar og hvørjar treytir eru galdandi.

Smiðjan í Lítluvík (torsgota.fo)


Perlan í Tórsgøtu

Perlan verður bæði nýtt sum spælistað og sum framsýningarhøli, sum tú kanst leiga. Meðan Aulan í Finsen er ætlað royndum listafólkum, sleppa óroynd listafólk eisini framat í Perluni. 

Tú kanst kunna teg nærri um, hvussu tú søkir, á heimasíðuni Tórsgøta.

Tórsgøta (torsgota.fo)