Lurta

Bussleiðin

Bussleiðin er ein týdningarmikil bindiliður millum høvuðsstaðin og bygdirnar í Tórshavnar kommunu. Sjey bussleiðir røkja samferðsluna í kommununi. Bussarnir eru bæði lættir og umhvørvisvinarligir, og allar sjey leiðir eru ókeypis at brúka.

 

Finn fráferðina á Google Maps

Einfaldasti máti at síggja, nær næsti bussur fer frá einum steðgiplássi er at brúka Google Maps. Her skrivar tú navnið á gøtuni í leititeigin og trýstir á bláa buss-ikonið á kortinum. So sært tú, hvørjar bussleiðir steðga við steðgiplássið. Trýstir tú á eina av bussleiðunum, sært tú eisini, nær næstu fráferðirnar eru.

Google Maps



Leiðir
Leið 1: Hamarin, Landssjúkrahúsið, Berjabrekka, inni á Gøtu

Leið 2: Norðasta Horn, Landssjúkrahúsið, Eysturskúlin, Høllin á Hálsi, SMS

Leið 3: AB-vøllur, Glasir, Óðinshædd, Hvítanes, Berjabrekka ella undir Brúnni

Leið 4: Glasir, Gundadalur, undir Brúnni, Landssjúkrahúsið, Skúlin á Fløtum

Leið 5: Kirkjubøur, Velbastaður, Sandvíkahjalli, Kaldbak

Leið 6: Kollafjørður, Hvítanes, Glasir, Landssjúkrahúsið, Farstøðin

Leið 7: Kollafjørður, Kaldbak, Musikkskúlin, Velbastaður, Kirkjubøur

Samlað ferðaætlan

Hvar er bussurin beint nú?
Hvar er bussurin beint nú?

Á kortinum niðanfyri sært tú, hvar bussarnir eru staddir í løtuni.

Trýst á kortið fyri at gera myndina størri og leita eftir ávísari bussleið.

Gev gætur, at talgilda skipanin kann svíkja, soleiðis at ein bussur stendur í stað ella hvørvur av kortinum.

Leiðfinnarin (Journey Planner) á Google Maps
Finn veg við leiðfinnaranum hjá Google Maps

Journey Planner á Google Maps kann hjálpa tær við at finna veg ella seta tína ferð skilvíst saman. Gev gætur, at leiðfinnarin fevnir bara um býarbussarnar í kommununi.

Tú finnur leiðfinnarin her:

Leiðfinnarin hjá Google Maps

Kort við bussleiðunum
Kort

Sí kort í fullari stødd

Skilhald
Vegleiðing

Hjálp bussinum at halda ferðaætlanina. Ger vart við teg, tá bussurin nærkast og ver til reiðar at fara í og úr bussinum, tá hann steðgar.

Barnavognar

Bussarnir hava pláss fyri tveimum barnavognum í senn ella fyri einum barnavogni og einum koyristóli.

Súkklur

Tú kanst taka súkkluna við í bussin aftaná kl. 17, um pláss er fyri henni.

Hundar

Tú hevur loyvi at hava førarahund við í bussin. Allir aðrir hundar skulu annaðhvørt vera í kurv ella í tasku.

Gloymdir ella burturmistir lutir

Gloymdir og burturmistir lutir verða latnir Kunningarstovuni í Steinatúni. Hevur tú gloymt okkurt eftir í bussinum, ring so til kunningarstovuna á telefon 30 24 25.

Í summum førum verða lutir latnir kommununi. Tú hittir okkum á telefon 30 20 10 kl. 9-16.

Klagur
Klagur

Bussvirksemið í Tórshavnar kommunu er lagt út til privatan veitara, og tað merkir, at bussførararnir starvast ikki hjá Tórshavnar kommunu, men hjá Gundurs Bussum.

Vilt tú klaga um, at bussurin er seinkaður, ella hevur tú spurningar um bussferðsluna, kanst tú ringja til Snarskivuna á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo. Vit syrgja fyri at senda tína klagu og spurningar víðari til Gundurs Bussar.

Klaga um bussleiðina

Vilt tú hava svarið til tína klagu, mást tú minnast til at upplýsa títt navn og telefonnummar í teldupostinum. Fyri at veitari okkara skal kunna gera nakað ítøkiligt við tína klagu, mást tú minnast til at greiða nærri frá hendingini. Minst tí til at viðmerkja:

  • hvørja leið talan er um (til dømis leið 1)
  • hvønn veg koyrdi bussurin (til dømis leið 1 móti Hamarinum)
  • klokkutíðina (til dømis kl. 8:10)
  • dagfesting (til dømis 20. august 2022)
  • hvat snýr tín klaga seg um (til dømis at bussurin fór ov tíðliga frá steðgiplássinum)

Kommunan skrásetir allar klagur og hevur eftirlit við, at klagurnar verða viðgjørdar.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15