Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 17. mai 2024
Nýggi vinnupolitikkurin lagdur fram

Seinnapartin varð nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu 2024 - 2028 lagdur fram á almennum tiltaki.

Í vinnupolitikkinum eru m.a. sjey átøk, ið mælt verður til at seta í verk.

Tíðindi - 17. mai 2024
Niels Finsens gøta stongd 19. mai kl. 15-17

Niels Finsens gøta er stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið sunnudagin 19. mai klokkan 15 til 17 í sambandi við Israels-stuðulstiltak.

Tíðindi - 17. mai 2024
Móttøka fyri FM vinnarunum í hondbólti

Móttøka var í gjár fyri kvinnunum hjá Kyndli og monnunum hjá H71, ið eru vorðin Føroyameistarar í hondbólti.

Tíðindi - 16. mai 2024
Nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram í morgin

Í morgin verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2024 - 2028 lagdur fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.

Tiltakið er alment og er frá klokkan 14 til klokkan 15.

Tíðindi - 16. mai 2024
“Havsins áratíggju” ráðstevna

Í gjárkvøldið hevði Firum (fyrrverandi Fiskaaling) móttøku í sambandi við ráðstevnu hjá donsku, grønlendsku og føroysku nevndini í sambandi við tað, tey kalla “FN’s tiår for havet”.

Tíðindi - 16. mai 2024
Starvsdagar og føðingardagur Inni á Gøtu

Hátíðarhald var í gjár í Býlingshúsinum Inni á Gøtu.

25 ár eru liðin, síðani Býlingshúsið varð tikið í Nýtslu. Eisini varð hátíðarhildið, at tvey starvsfólk hava starvast hjá Tórshavnar kommunu í 25 og 30 ár.

Tíðindi - 15. mai 2024
Ferðslan er nú aftur omaneftir í Niels Finsens gøtu

Arbeiðið á Tinghúsvegnum er liðugt og fyribils broytingin av ferðsluni í Niels Finsens gøtu sett úr gildi. Í Niels Finsens gøtu er ferðslan sostatt omaneftir aftur av Káta Horninum til Mylnugøtu.

Tíðindi - 15. mai 2024
Eingin busskoyring í løtuni vegna verkfall

Verkfall hevur við sær, at eingin busskoyring er í løtuni. Hetta er galdandi, til støðan millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytist.

Tíðindi - 14. mai 2024
Fara nú undir at byggja nýggjan terminal

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Smyril Line og Articon hava nú gjørt avtalu um at byggja farstøð.

Tíðindi - 14. mai 2024
Fegnast um undirtøku fyri vakmyndatólum

Rættarnevndin hjá Løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot frá Sambandsflokkinum um vakmyndatól. Uppskotið snýr seg um at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp á ávísum støðum, har nógv fólk samlast.