Lurta
Tíðindi - 01. mai 2024

Vegbreyt á R.C. Effersøes gøtu stongd 2.-3. mai

Eystara vegbreyt á R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 22 til fríggjamorgunin 3. mai klokkan 6. Vegbreytin verður stongd í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyra leið 1, 2, 3 og 5 eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.

Nærri kunning um vegarbeiði og stongsul av vegum finnur tú á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð:

Veg- og grevstrararbeiði í gerð