Lurta
Tíðindi - 01. mai 2024

Tórshavnar kommuna givið Landssjúkrahúsinum gávu í samband við 100 ára dagin

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði í dag Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, gávu í samband við, at Landssjúkrahúsið er 100 ár í ár.

Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu.

Saman við gávuni varð latið skreytblað:

                          Gáva til Landssjúkrahúsið í sambandi við 100 ára føðingardagin.

Í samband við 100 ára dagin hjá Landssjúkrahúsinum fær Landssjúkrahúsið eina gávu frá Tórshavnar kommunu.

Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu.

Í 100 ár hevur Landssjúkrahúsið staðið, sum ein varði í Føroyum og í Tórshavnar kommunu.

Landssjúkrahúsið, og alt heilsuverkið, eru ein hornasteinur í vælferðarsamfelag okkara.

Hvønn dag, alt árið, eru tit til arbeiðis. Tit eru altíð tøk, og tit eru álitið, tá á stendur.

Hjartaliga til lukku við teimum 100 árunum.

Tórshavnar kommuna 2024

Heðin Mortensen

Borgarstjóri