Lurta
Tíðindi - 01. mai 2024

Sverrisgøta stongd 6.-17. mai í sambandi við umvæling av løgtingsbygninginum

Mánadagin 6. mai byrjar seinasta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Sverrisgøta verður i hesum sambandi stongd frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 17. mai.