Lurta
Tíðindi - 02. mai 2024

Forboringar til Røktarheimið á Stórubrekku

Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024. Talan er um forkanningar og forboringar, sum verða gjørdar á økinum í sambandi við verkætlanina Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS. 

Verkætlanarleiðarin sigur, at væntast kann, at nakað av larmi verður av forboringunum, sum byrja eftir ætlan um nakrar vikur. Grannarnir verða tí bidnir um at halda kommununi til góðar hesa tíðina.

Býráðið samtykti 21. november 2022 at bjóða undangóðkendum ráðgevum at luttaka í verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum staðsett á Stórubrekku. 

Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS - skal fevna um 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi, og hava stórkøk og vaskarí, fysioterapi og ergoterapi. Skipan av uttanumøkinum er partur av verkætlanini. Økið er á matr.nr. 138a, Hoyvík, og er áleið 50.000 m2 til støddar. Byggingin er á leið 6.700 m2 netto.

7. desember 2022 vórðu 4 ráðgevaratoymi boðin til verkætlanarkapping um sniðgeving og heildarráðgeving av Røktarheimi á Stórubrekku. Verkætlanin skuldi vísa, hvussu ótroyttu møguleikarnir í økinum við Dalin Langa, saman við røktarbústøðum, urtagørðum o.ø., kunnu gerast eitt eyðsýnt nýtt andarhol í býnum. 

Harafturat snúði útboðið seg um tekniska ráðgeving í útinningarskeiðinum og stuðul eftir ABR 89 viðvíkjandi prosjektering, útboði í høvuðsarbeiðstøku og ráðgeving í útinningarskeiðinum. Tá freistin var úti, 14. mars 2022, vóru 4 uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og eru tey gjølla viðgjørd í dómsnevndini. 

Vinnari av uppskotunum var Ráðgevaratoymið EYA/CUBO. Í tøttum samskifti við allar avvarandi brúkarar og umsiting eru ráðgevaratoymið EYA/CUBO í gongd nú við at prosjektera Røktarheimið á Stórubrekku. Í hesum sambandi er neyðugt at kanna nærri og nágreina lendið á økinum.

Kunningarfundur um verkætlanina verður eftir ætlan seinni í tilgongdini. Nærri kunning kemur um hetta seinni.