Lurta

Tíðindi

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
Tíðindi - 02. mai 2024
Forboringar til Røktarheimið á Stórubrekku

Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024.

Talan er um forkanningar og forboringar, sum verða gjørdar á økinum í sambandi við verkætlanina Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS. 

Tíðindi - 01. mai 2024
Sverrisgøta stongd 6.-17. mai í sambandi við umvæling av løgtingsbygninginum

Mánadagin 6. mai byrjar seinasta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Sverrisgøta verður i hesum sambandi stongd frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 17. mai.

Tíðindi - 01. mai 2024
Tórshavnar kommuna givið Landssjúkrahúsinum gávu í samband við 100 ára dagin

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði í dag Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, gávu í samband við, at Landssjúkrahúsið er 100 ár í ár.

Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu.

Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu 23.februar 1924.

Tíðindi - 01. mai 2024
Vegir stongdir í miðbýnum 3.-4. mai í sambandi við tiltøk

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum 3. og 4. mai í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ«.

Tíðindi - 01. mai 2024
Vegbreyt á R.C. Effersøes gøtu stongd 2.-3. mai

Eystara vegbreyt í R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 22 til fríggjamorgunin 3. mai klokkan 6. Vegbreytin verður stongd í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyra leið 1, 2, 3 og 5 eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.

Tíðindi - 01. mai 2024
Arktisk Kommando kunnað um virksemið

Søren Andersen, generalmajor og stjóri fyri Arktisk Kommando, var í gjár á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra.

Ørindini vóru at heilsa uppá borgarstjóran og at kunna um virksemið hjá Arktisk Kommando í Føroyum, í Grønlandi og saman við NATO í Norðuratlantshavi.

Tíðindi - 30. apríl 2024
Endurnýtslurnar stongdar mikudagin 1. mai

Endurnýtslurnar í Tórshavnar kommunu eru stongdar mikudagin 1. mai.

Tíðindi - 29. apríl 2024
Vegir stongdir í sambandi við 1. maidagshald í Vágsbotni

Í sambandi við 1. maidagshald í Vágsbotni verða fleiri vegir stongdir mikudagin 1. mai frá klokkan 15.30 til klokkan 18.

Tíðindi - 29. apríl 2024
TONIK 2024

Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO fríggjadagin 3. mai.

Endamálið við ráðstevnuni er at veita føroysku tøknivinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall. Harafturat er hetta eitt upplagt høvi at knýta sambond og vitanardeila við fólki úr øllum heiminum..

Tíðindi - 29. apríl 2024
Børnini í Tórshavnar kommunu skulu hava bestu karmarnar

Felags foreldraráðið, ið varð sett á stovn tann 24. januar 2024, fer nú framhaldandi at gera vart við, hvussu umráðandi tað er, at vit hava góðar fysiskar karmar á stovnunum í kommununi. Ráðið gleðir seg at fara í eitt støðugt og gott samstarv við Tórshavnar Býráð og hevur sett sær fyri at tryggja, at atlit verða tikin, tá ið stovnar verða bygdir og umvældir.