Lurta
Almenn hoyring

Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, Tórshavn

Mynd SB4 Klipt

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 24. apríl 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 4 fyri Tinganes og gomlu Havnina.

Endamálið við uppskotinum er at broyta ásetingar fyri D eindirnar (Vinnulívsendamál), soleiðis at gistingarhús eisini kunnu staðsetast við økið Undir

Bryggjubakka. Harafturat verður fylgiskjal 4 dagført, solei›is at byggilinjan fyriheldur seg til umstøður í dag, í mun til bygningar og bryggju.

Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 4, liggur frammi á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 3. mai 2024 til 14. juni 2024.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skal sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 14. juni 2024.