Í mai taka vit aftur eitt tak fyri náttúru okkara. Freistin at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai.
Kunna teg um ruddingardagarnar og melda til her:
Mánadagin 6. mai byrjar seinasta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Sverrisgøta verður i hesum sambandi stongd frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 17. mai.
Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024. Les meira her:
Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Heitt verður á øll foreldur um skjótast gjørligt at skriva barn teirra á bíðilista til upp til fýra dagstovnar og at raðfesta stovnarnar eftir ynski. Foreldur kunnu avgreiða innskrivingina her:
Tórshavnar býráð hevur samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp aftur fyri endaligum tilmeldingum til lutakastið um grundstykkini.
Skipar tú fyri ella hevur tú áhuga fyri ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki, skating, upplestri, borðspølum ella øðrum spennandi virksemi, ja so er tað Tímanum, tú skalt halda eyga við. Tímin er nýggi kalendarin, ið vísir tær, hvørji tiltøk og ítriv eru á skrá í Tórshavnar kommunu.
Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum. Les meira um dagføringina av gjøldunum fyri eldratænasturnar her:
Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024
Tórshavnar kommuna kunnar nú um, at kommunan fer at kanna økið og lendið á Stórubrekku við Dalin langa í mai/juni 2024.
Talan er um forkanningar og forboringar, sum verða gjørdar á økinum í sambandi við verkætlanina Røktarheimið á Stórubrekku – RÁS.
Mánadagin 6. mai byrjar seinasta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Sverrisgøta verður i hesum sambandi stongd frá Tinghúsvegnum oman til Niels Finsens gøtu allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 17. mai.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, handaði í dag Steinari Eirikstoft, stjóra á Landssjúkrahúsinum, gávu í samband við, at Landssjúkrahúsið er 100 ár í ár.
Gávan er fýra listaverk eftir Astri Luihn, listakvinnu.
Dronning Alexandrines Hospital varð tikið í nýtslu 23.februar 1924.
Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum 3. og 4. mai í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ«.
Eystara vegbreyt í R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 22 til fríggjamorgunin 3. mai klokkan 6. Vegbreytin verður stongd í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyra leið 1, 2, 3 og 5 eftir Gripsvegnum, Hoyvíksvegnum, Tjaldursvegnum og víðari eftir ferðaætlanini.
Søren Andersen, generalmajor og stjóri fyri Arktisk Kommando, var í gjár á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra.
Ørindini vóru at heilsa uppá borgarstjóran og at kunna um virksemið hjá Arktisk Kommando í Føroyum, í Grønlandi og saman við NATO í Norðuratlantshavi.
Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 5 fyri økið millum Áarvegin, Húsabrúgv og Bringsnagøtu, Tórshavn.